USA lagt fram uppskot um vápnahvíld í Gazageiranum

Skotið verður upp, at vápnahvíld verður millum stríðandi partarnar í 60 dagar

USA hevur sambært Reuters lagt fram eitt nýtt uppskot um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas í Gazageiranum.

Í uppskotinum, sum tíðindastovan sigur seg hava fingið innlit í, verður skotið upp, at ein vápnahvíld verður millum stríðandi partarnar í 60 dagar.

 

Lagt verður eisini upp til, at 28 deyðir og livandi ísraelskir gíslar verður leysgivnir og leyslatnir fyrstu vikuna av vápnahvíldini.

 

Hetta verður sambært Reuters gjørt í býti við 125 lívstíðardømdar palestinskar fangar, umframt líkini av 180 deyðum palestinum.

 

Í vápnahvíldaravtaluni er eisini, at neyðhjálp verður veitt Gazageiranum so skjótt, sum Hamas hevur skrivað undir avtaluna.