Amerikanski herurin hevur tikið eitt iranskt bingjuskip í Hormussundinum.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Í dag royndi eitt skip undir iranskum flaggi við navninum Touska at fara um okkara skipsblokadu.
Forsetin leggur aftrat, at hetta gekk ikki so væl hjá skipi og manning tess.
Donald Trump skrivar, at amerikanska herskipið USS Spruance gav iranska skipinum boð um at steðga.
- Men, iranska manningin sýtti fyri at gera eftir boðunum.
Forsetin skrivar, at amerikanski herurin steðgaði skipinum við at spreingja hol í maskinrúmið, sum norskir miðlar endurgeva Donald Trump fyri at skriva.
- Amerikanska marinan hevur valdið yvir skipinum, og nú verður kannað, hvør lastin hjá iranska bingjuskipinum er.
Hetta skrivar norska kringvarpið, NRK, og aðrir útlendskir miðlar bera eisini hesi tíðindi í kvøld.











