USA misnýtir 11. september

Iranski forsetin, Mohammad Khatami, sigur, at amerikanarar fáa fólk um allan heimin at hugsa um kríggj

Yvirgangur

Mohammad Khatami heldur, at átakið hjá amerikanarum ímóti al-Qaeda og Taliban kann elva til óstøðug viðurskifti víða um heimin.
-Eg haldi, at teir amerikansku leiðararnir hava misskilt støðuna, og at teir hava eina skeiva uppfatan av sínari egnu megi og sínum áhugamálum, segði iranski forsetin á einum tíðindafundi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul. Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at ein iranskur ríkisleiðari vitjar Afghanistan, og í Kabul hevur Khatami m. a. hitt Hamid Karzai, forseta. Iran hevur fyrr givið lyfti um, at landið fer at lata 4,3 milliardir krónur til arbeiðið at endurreisa Afghanistan.
-Við at misnýta tilburðin tann 11. september hava amerikansku statsmenninir skapt eitt heimsumfatandi umhvørvi, sum er átøkt kríggi. Tann, sum er sterkastur, hevur eisini ta størstu ábyrgdina, segði Khatami uttan at taka amerikansku ætlanina um at leypa á Irak upp á tunguna.
Iransku myndugleikarnir váttaðu mánadagin, at teir hava sent 16 menn til Saudiarabia, tí illgruni er um, at teir vóru limir í al-Qaeda.