USA tekur 10.000 hermenn úr Afghanistan

Í næsta mánað fer USA undir at taka sínar hermenn úr Afghanistan, soleiðis at 10.000 hermenn verða tiknir haðani innan árslok. Tað segði Barack Obama, forseti, í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið. Hann legði afturat, at afturtøkan heldur fram eftir ársskiftið, soleiðis at næsta summar skal USA hava 33.000 færri hermenn í Afghanistan enn nú.

-Amerika, tíðin er komin, til at vit hugsa um okkara egna land, segði Obama.

Forsetin segði, at al-Qaeda hevur ongantíð verið undir so stórum trýsti síðani atsóknirnar tann 11. september í 2001, og tí kann USA fara undir at taka sínar hermenn heimaftur. Í løtuni eru 100.000 amerikanskir hermenn í Afghanistan.