Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, og uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, royna nú at verja afghanska forsetan, Hamid Karzai, sum herfyri legði Vesturheimin undir at hava ábyrgdina av valsvikinum á seinasta forsetavalinum í Afghanistan.
Tað var ST, sum staðfesti valsvikið.
Í samrøðu við sjónvarpið CBS sigur Hillary Clinton, at Karzai er ein samstarvsfelagi, sum USA hevur álit á.
Samstundis segði Gates við ABC-sjónvarpið, at Karzai og amerikanski herovastin í Afghanistan, Stanley McChrystal, arbeiða væl saman.