Sprintkongurin úr Jamaika, Usian Bolt, sum hevur vunnið OL-gull á 100 metrum, og á 200 metrum tríggjar ferðir á rað hevur sjálvsálitið í ordan.
Maðurin við teimum mongu heimsmetunum ætlar at gevast, sum rennari á hægsta støði, tá HM í frælsum ítrótti verður í London í summar. Eftir hetta ætlar Usain Bolt, sum fyllir 31 ár í august at gerast yrkissfótbóltsspælari. Usain Bolt er ein risastórur Manchester United fjeppari, og hann dylur ikki, at tað hevði verið ein stórur dreymur at spælt við Manchester United.
Og sambært Usain Bolt, so hevur hann eitt gott støðið sum fótbóltsspælari: - Eg komi at verða á einum góðum støði. Møguliga á einum Wayne Rooney støði. Eg havi altíð ynskt at spælt fótbólt á høgum støði, segði Usain Bolt í einari samrøðu við Laureus World Sports Awards í samband við, at Usain Bolt bleiv valdur til ársins ítróttarmann í heiminum. Hetta er fjórða ferð, at Usain Bolt vinnur World Sports Awards. Í ár vann Usain Bolt heiðurin frammanfyri so mætar menn, sum Cristiano Ronaldo og amerikanska kurvabóltsspælaran, Lebron James.
Usain Bolt sigur seg ikki ivast í, at um hann fer at fokusera 100 prosent uppá fótbóltin, og fer at arbeiða hart fyri sakini, so fer hann at gerast ein góður fótbóltsyrkisspælari.
Tað liggur í kortunum, at fyrsta felagið Usain Bolt fer at venja við verður ikki Manchester United, men týska bundesligaliðið, Dortmund. Hetta verður aktuelt, tá Usain Bolt er givin á hægsta støðið í frælsum ítrótti.