Útbyggið tyrlutænastuna

Við eini skilagóðari útbygging av tyrlutænastuni og væl skipaða tyrluferðaætlan um alt landið, kunnu vit, fyri rímuligan kostnað og eins góða trygd, røkka tí máli, at skapa eins liviumstøður hjá fólki um alt landið, skrivar Árni Joensen í sjónarmið

Ferðasambandið

Í sambandi við orðaskiftið um fíggjarløgtingslóg, er altíð eitt og annað, ið ein fær hug at gera viðmerkingar til. Soleiðis er eisini hesaferð, tá løgtingið hevur haft orðaskiftið um løgtingsfíggjarlógina fyri 1998.

Sum so ofta er ferðasambandið innanoyggja eitt mál, ið hugtekur einstaklingar og lokalpolitikarar mest, og hesaferð er ikki bert talan um smávegis ábøtur. Nei, tosað verður um undirsjóvartunnlar, ferjulegur og nýggj strandfaraskip. Milliónaíløguætlanir fúka í luftini, sum um oljan longu spríkti upp millum oyggjarnar. Ja, tað er ikki sørt at tað luktar av lyftum til løgtingsvalið.


Støðan í dag

Alt gott at siga um nýggj framtøk innan ferðasambandið í Føroyum, tí neyvan eru fortreytirnar broyttar meira grundleggjandi enn hetta seinasta valskeiðið. M.a. sigur tað ikki so lítið, at fólk á skipasmiðjuni í Havn í dag siga, at skipið sum ætlanin var at byggja til Skopunar, fyri fáum árum síðani, ikki hevði verið nýtuligt í dag. Tað er henda tilvildin, ið sýnist at ráða tá avgerðir í núíløgur verða tiknar, sum fær meg at geva eitt íkast til orðaskiftið.

Feskasta dømið um tilvildarligar ætlanir, er kúvending landsstýrismanna í málinum um undirsjóvartunnil um Vestmannasund og málið um Trónda.

Heilt óvæntað, fær Tróndur, av skipatilsýninum, mønusting frá einum degi til annan, við tí grund, at mjólka- og oljuflutningur ikki má fara fram samstundis sum ferðafólk eru umborð á skipinum. Orsøkin er ein spurningur um trygd, sum ikki á nakran hátt má setast til síðis. Tó so, heldur enn í óðum verki at keypa nýtt skip, er ein møguleiki, at flyta mjólk í tangum, eins og gjørt verður í Svínoy. Men sjálvsagt skulu sandoyingar hava eina nýggja ferju, tí hvussu skal fiskavirkið í Skopun annars fáa sína rávøru av Toftum ella úr Klaksvík.

Við at veita 3 mill. kr. í stuðli til Sandoyarætlanina skapti landstýrið, tilvita ella ikki, ein íløgutørv í ferðasambandið til Skopunar upp á ímillum 50 og 100 mill. kr., men sjálvsagt skulu sandoyingar eisini kunna virka føroyskan fisk, sum ikki kann fara óvirkaður av landinum o.s.fr. o.s.fr. Hetta er støðan. Eins og sandoyingar soleiðis eisini vágafólk, fólk á Tvøroyri, Vági og Klaksvík.


Manglandi samskipan

Heldur enn samskipaðar loysnir fyri flutningi í Føroyum, koma vágafólk og fólk úr Klaksvík, grundað á kappingaravlagandi umstøður, við meir ella minni privatum ætlanum at gera undirsjóvartunnil fyri fleir 100 mill. kr. Hvat við flutninginum til Suðuroy, har kemur ongin tunnil fyribils. Tað tekur hóast alt bert 15 min. at sigla um Vestmannasund. Tað tekur 3 tímar á Vág.

Veruleikin er tann, at alt botnar í eini kollvelting innan flutning á landi. Tvs., fiskivinnumynstrið á landi er totalt broytt eins og flutningur innan aluvinnu -og brúksvøru. Samstundis er kynt undir eina ferðafólkavinnu, sum er vaksandi, men samferðslan stendur í stað og kann als ikki nøkta tørvin. Fyri framman liggur ein møgulig oljuvinna, sum, um ikki ferðasambandið verður broytt, kann viðføra at búsetingarmynstrið, sum longu er avlaga, heilt fer fyri bakka. Hugsa vit okkum at ein møguligur »Basi« fyri oljuvirkseminum verður í Suðuroy, skulu so fólk úr Norðdepil og Gjógv, flyta til Trongisvág.


Problemið

Nei, problemið vit standa yvir fyri at loysa er meira umfatandi, enn, at tað verður loyst við hissini verkætlanum lokalt og politiskt.

Í fyrsta lagi er talan um eitt broytt farmaflutningsmynstur innanoyggja, í øðrum lagi um eina økta ferðafólkavinnu og í triðja lagi standa vit á gáttuni til eina møguliga oljuvinnu, sum kemur at seta heilt onnur krøv til ferðasambandið innanoyggja eins og gjørt er til flutning av óviðgjørdum fiski av landinum, men mítt boð upp á ferðafólkaflutning, er, at hann, í nógv størri mun, eigur at fara fram við tyrlu. Vit mugu til at útbyggja tyrlutænastuna í øllum førum.


Útjaðaraøkið

og búseting

Støði fyri flutningi av ferðafólki millum oyggjarnar, er undir alt lágmark. Ert tú búsitandi í Havn ber til at ferðast til Danmark og aftur sama dag, ein stóran parav árinum, men tað ber ikki til at ferðast millum stórplássini Tvøroyri og Klaksvík, sama dag. Og lat tað seg gera, varð kostnaðurin nærum eins nógv og til Danmark. Og skalt tú úr Fugloy til Kunoyar í ørindum kann hetta við verandi sambandi taka 3 dagar.

Tað verður tosað nógv um útjaðaraøki og búsetingarmynstur. Sum er, er veruleikin at alt uttanfyri miðstaðarøkið er uttanfyri kappingarført lívsgrundarlag. Hetta hevur føroyska samfelagið ikki ráð til, hvørki so ella so.

Hvat hjálpir tað vinnuni á Sandi, at ein undirsjóvartunnil er undir Vestmannasund og hvat hjálpir tað ferðafólki av Tvøroyri, tá tey ferðast um flogvøllin í Vágunum. Tey sleppa av flogvøllinum til Havnar gamaní, men ikki víðari. Ein máti at loysa henda trupulleika, er at útbyggja tyrlutænastuna.

Tí hvat er í vegin fyri at flúgva ferðafólk av flogvøllinum í Vágum til Havnar ella fyri so vítt, um alt landið.

Hví skulu fólk í Klaksvík so absolut koyra til Havnar. Tað tekur undir 15 min., við tyrlu og tá sleppa fólk úr Fugloy og av Viðareiði við eisini.

Hví kunnu fólk í Sandavági ella Sumba ikki sleppa ørindi til Havnar, Klaksvík ella Runavík, at avheinta Gekkavinningin, og til hús aftur sama dag, tá tú kanst ferðast av Norðskála til Keypmannahavn og aftur sama dag.


Niðurstøða

Við eini skilagóðari útbygging av tyrlutænastuni og væl skipaða tyrluferðaætlan um alt landið, kunnu vit, fyri rímuligan kostnað og eins góða trygd, røkka til málið at skapa eins liviumstøður hjá fólki um alt landið. Ja, tá kunnu Árni og Marianna Debes Dahl verða búsitandi í Hattarvík og arbeiða í Havn.

Hóast eg ikki kann grundgeva út í æsir fyri eini umlegging av ferðasambandinum í Føroyum, rakstrarkostnaði, liggur tað fast, at ein útbygging við ferjulegum og strandfaraskipum eftir sama leisti sum nú, er munandi dýrari enn ein økt tyrlutænasta. Um ráð er til undirsjóvartunnil skal eg lata standa opið.

Tosa vit um nýggjar ferjur er talan um 50 til 100 mill. kr. pr. stk. pluss rakstur og viðlíkahald. Tosa vit um undirsjóvartunnil er talan um 4 til 500 mill. kr. pr. stk. pluss rakstur og viðlíkahald. Ein tyrla, av slagnum vit nú nýta í Føroyum, kostar brúkt, um 8 mill. kr. Ein luksus tyrla fæst nýggj fyri 20 mill. kr. pr. stk. Tær finnast størri og smærri.

Sum tyrllytænastan er skipað í dag, virkar hon ikki nóg væl. Sluppu fólk í Fugloy til meginlandið og aftur sama dag, var skil í, men tað sleppa tey ikki. Tyrlan flýgur 3 ferð um vikuna ein túr. Tveir dagar samstundis sum Másin siglur, men tú sleppur ikki aftur sama dag. Tí velja fólk heldur at sigla. Sluppu fólk av smáplássum aftur og fram við tyrlu sama dag brúktu tey heldur tyrlu, um kostnaðurin er hægri.


Vinarliga

Árni Joensen, verkfr.,

Klaksvík