Víkingur spælir í annaðkvøld fyrra dystin í triðja undanumfari av Europa League, tá teir á Tórsvølli spæla móti kroatiska liðnum HNK Rijeka.
Talan er um sterkt mótstøðulið, tí í farna kappingarárið eydnaðist HNK Rijeka at leika seg í bólkaspælið til Europa League kappingina. Har var kroatiska liðið í bólki saman við spanska Real Betis, franska Lyon og portugisiska Vitoria de Guimaraes.
Til dystin í annaðkvøld er kroatiska liðið eisini ein greiður favorittur sambært veddingarfyritøkunum. Ein sigur til HNK Rijeka gevur pengarnar 1,23 ferðir aftur á Nordicbet, meðan ein sigur til Víking gevur pengarnar 11 ferðir aftur.
Dysturin millum Vìking og kroatiska HNK Rijeka verður spældur á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19:00.