Útnorðurráðið hittist í Vági

Í næstu viku stevna Føroyar, Ísland og Grønland til fundar. Útnorðurráðið hittist árliga til fundar.

 

Týsdagin hittist Útnorðurráðið, og árligi fundurin verður hesaferð í Vági.

 

Henrik Old er formaður. Hann sigur, at týsdagin og mikudagin verður fundast, og hósdagin er útferð á skránni.

 

- Ráðið er stovnað í áttatiárunum, og hittist árliga til fundar, men orsakað av kornusmittuni hava vit hesa síðstu tíðina hitst á videofundi. Fyrr var tað kanska so, at mest sum ov nógv hugskot og viðtøkur vóru frammi, so nú verður í størri mun roynt at avmarkað, so til ber at halda tað, ið semja er um. Vit ráðgeva so hvør í sínum lag stjørnunum í londunum um tað, ið semja er um í Útnorðurráðnum, greiðir Henrik Old frá.

 

- Seks limir er úr hvørjum landi, so 18 eru tilsamans, men embætisfólk eru eisini við, og oftast ein úr Norðurlandaráðnum. Hesaferð eitt umboð úr Svøríki. Og samstarvsráðharri er eisini við, og er tað hesaferð Kaj Leo Holm Johannesen, sigur Henrik Old.

 

- Tað er soleiðis, at í roynd og veru stendur hvørjum frítt at tosa um tað, ið hugur er til. Ofta hevur tað til dømis verið fiskiskapur og ferðavinna, men nú er t.d. arktis aktuelt, og vit tosa í hesum døgum eisini nógv um, hvussu ungdómur, ítróttafólk, lætt og fyri sámuligan prís kunnu ferðast millum londini. Hetta fer at verða umrøtt á fundi hesaferð, sigur Henrik Old.

 

 

 

Í Vági hesaferð

 

Um orsøkina til, at fundurin hesaferð verður í Vági, sigur suðuroyartingmaðurin:

 

- Nøkur ár eru nú síðani, at samtykt varð, at fundirnir skuldu vera í Nuuk, Reykjavík og í Havn, ella við øðrum orðum har sum lóggávutingini, parlamentini, eru. Men eitt sindur hoyrdist frá limunum í raðnum um, at ein nú bert sá parlamentini, og ikki fólkini í landinum og hvussu tey livdu sín gerandisdag. So nú verður farið aftur til ta gomlu skipanina, og hesaferð verður fundurin í Vági, sigur formaðurin í Útnorðurráðnum, Henrik Old.