Útróðrarbátar fáa nakað av upsa

Tað er lítil roynd við línu í løtuni, og bert eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap.

Útróðrarbátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa, men lítið fæst við línu.

Útróðrarbátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa, men lítið fæst við línu.

 

 

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, og skipið kemur helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur.

 

- Tvey frystilínuskip eru í Eysturgrønlandi, og tvey eru undir Føroyum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Soleiðis er ikki nógvur línufiskiskapur í løtuni undir Føroyum.

 

Streymurin verður hampiligur alla næstu viku, og veðrið verður helst eisini brúkiligt til útróður.

 

- Tískil rokna vit við, at nakað verður av útróðri. Fiskiskapurin við línu er einki serligur, men útróðrarbátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa, verður lagt aftrat.

 

 

 

Útróðrarbátar, sum fiska við snellu, fáa nakað av upsa, men lítið fæst við línu.