Uttanríkisráðharrin hjá Gaddafi tikin

Har vesturi í Libya hava uppreistrarmenninir tikið uttanríkisráðharran í stjórnini hjá Muammar Gaddafi, Abdelati Obeidi. Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum veit at siga, at uttanríkisráðharrin varð tikin stutt vestan fyri høvuðsstaðin Tripoli.

Abdelati Obeidi tók við sum uttanríkisráðharri fyri fimm mánaðum síðani, tá undanmaðurin, Moussa Koussa, var rýmdur til London.

Samstundis hevur leiðslan hjá uppreistrarmonnunum boðað frá, at uppreistrarmenninir hava tikið Abdallah al-Hijazi, sum hevur verið ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá Gaddafi.

Í gjár kunngjørdi uppreistrarleiðslan, at Khamis, sonur Muammar Gaddafi, var fallin, og at fregnartænastuovastin, Abdullah al-Senussi, hevði fingið somu lagnu.