Við nýggja ellisheiminum Hamragarði í Vági, hava fólk, sum eru 60 ár og eldri, fingið eitt tilboð, sum tykist ov gott at takka nei til.
Til ber nevniliga hjá øðrum enn búfólki á Hamragarði at koma til venjing og mýkja sær vøddarnar. Hetta fer fram nærum hvønn gerandisdag í vikuni, og tað er Hamragarður, ið hevur tikið stig til tilboðið. Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur á Hamragarði, stendur fyri venjingunum.
Umframt at virka sum ellisheim, so hava eldri borgarar við Hamragarði fingið eitt tilboð, ið er ov gott til, at ein kann takka nei. Í øllum førum eru tað heili 76 eldri borgarar, tað vil siga 60 ár og eldri, ið hava sagt ja takk til tilboðið um at koma á Hamragarð einaferð um vikuna til kroppsliga venjing.
Tað eru tey á Hamragarði, ið sjálvi standa fyri og hava tikið stig til hettar, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, men hon fegnast um góðu undirtøkuna.
-Tað var alla tíðina ætlanin, tá farið varð undir byggingina av ellisheimi, at farast skuldi undir fyribyrgjandi arbeiði eisini, sigur Kirstin Strøm Bech.
- Sum so hava kommunurnar onki við hetta at gera, annað enn at kommunurnar hava keypt útgerðina, sum skal til, sigur Kirstin Strøm Bech, og sipar til kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, sum í felag hava latið heimið byggja.
Tá myndamaðurin vitjaði innar á Hamragarð í farnu viku, var lagið gott á teimum, ið høvdu leitað sær til venjing, og at myndamaður kom framvið, minkaði als ikki um hug og ágrýtni við venjingartól og amboð.