KÍF-VÍF 28-34 (10-19)
Hondbóltur
Kollfirðingar hava rættiliga havt viðvind seinastu dystirnar. Burtur úr dystum móti Kyndli og Neistanum eru komin trý stig, so einki er at siga til, um hondbóltsvónirnar í Kollafirði eru betri nú, enn tær hava verið undanfarnu árini.
Sunnudagin væntaðu flestu viðhaldsfólkini tó, at viðgongdin fyri eina tíð skuldi steðga. Mótstøðan kom nevnliga úr Vestmanna hesaferð, og havandi í huga nærum óhugnaligu styrkina hjá vestmenningum hetta kappingarárið, mundu stigavónirnar ikki vera av teimum bestu sunnudagin.
VÍF bumbaði
Tað skuldi eisini vísa seg at gerast meira enn torført hjá KÍF at nerta við vestmenningar hendan dagin. Eftir níggju minuttum stóð 1-9 á stigatalvuni, og so var longu greitt, hvønn veg stigini skuldu fara. Eina somikið stóra leiðslu eru vestmenningar ikki vanir við at tveita burtur, og tað hendi so heldur ikki.
Restina av dystinum hildu teir gulu eisini tørn, og hóast KÍF onkun tíð royndi at trýsta á, so kom sigurin hjá oddaliðnum ongan tíð í vanda. Tá munurin var minstur, skildu fýra mál partarnar, men tvey skjót mál seinastu løtuna syrgdu fyri, at sigurin eisini í tølum gjørdist sannførandi.
Ongan møguleika
Tá vit eftir dystin spurdu liðskiparan hjá KÍF, Petur Martin Johansen, hvussu teir vóru nøgdir um dystin, var viðmerkingin heldur ikki meira enn tað, sum var væntandi eftir ein slíkan dyst.
- Vit fáa einki at hanga saman fyrstu løtuna, og gevur tú VÍF eina slíka leiðslu, so er tað altso torført at gera nakað sum helst.
- Eg haldi annars, at vit klára at pressa teir eitt sindur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin eri eg sum so væl nøgdur við tað, sum vit sýndu. Ikki minst spældi Eddie Joensen sera væl, tá hann kom á vøllin, men sum sagt, so hjálpir tað einki, tá mann fær eina somikið ringa byrjan, segði Petur Martin Johansen.
Hugaligt
Tá vit síðani spurdu liðskiparan, hvussu hann var nøgdur við gongdina, sum hon hevur verið seinastu dystirnar hjá KÍF, var lagið heldur betri.
- Tað kunnu vit so avgjørt ikki vera illa nøgdir um. Eg vildi sjálvandi ynskt, at hetta hevði rigga eitt sindur fyrr, men hinvegin eru vónirnar til komandi kappingarárið nú sera góðar, um vit megna at halda fast við fólkið, sum vit hava í ár.
- Tað kann ikki annað enn vera hugaligt, tá vit nú síggja, at tað, sum vit hava roynt undir venjing eisini riggar á vøllinum, so at vit eru nøgdir, er einki at ivast í, sigur Petur Martin at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Iljan Topic 8(2), Eddie Joensen 7, Petur Martin Poulsen 4, Durica Tomic 4(1), Jákup Dam 3(1), Kristian Madsen 2
VÍF: Johnny Joensen 7, John Zachariasen 6, Sámal Joensen 5(1), Áki Olsen 5, Martin Hummeland 4, Agnar Joensen 3, Ingi Olsen 2(2), Harald Bjørgvin 1, Sjúrður Holm 1
Brotskøst: KÍF 7, VÍF 6
Útvísingar: KÍF 9, VÍF 5
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Sómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Hjalmer Petersen