VÍF hevndi seg

Ivi var ongan tíð um úrslitið, tá VÍF so dyggiliga hevndi tapið fyri KÍF fyrr í ár, tá grannarnir hittust í Vestmanna leygardagin

Manshondbóltur

Eitt av liðunum, sum í ár hevur bast VÍF eru kollfirðingar, og tí var einki at ivast í, at spenningurin var stórur undan seinna dystinum millum liðini bæði. At talan hartil er um grannabygdir, sum fram til seinasta kappingarár høvdu sama heimavøll mundi ikki gera spenningin minni í so máta, og tað var eisini heilt fitt av fólki komið í VÍF høllina sunnudagin.

Var tað spenningurin, sum hesi komu fyri at uppliva, so var tað tó skjótt greitt, at tey skuldu gerast vónbrotin. Til tess var munurin millum liðini snøgt sagt alt ov stórur. Kanska var munurin ikki so øgiliga stórur fyrstu løtuna, men tá VÍF fyrst hevði fingið ferð á, so var snøgt sagt einki at gera.
Eitt av vápnunum hjá vestmenningum ? og ivaleyst eisini tað týdnignarmesta ? var, at teir frá fyrsta bríksli høvdu gjørt av at mansverja Damir Oros. Eitt heldur óvanligt stig VÍF at taka, men hinvegin vóru minnini frá fyrra dystinum millum liðini framvegis klár, og tí var hetta helst eisini ein skilagóð avgerð.
Hetta lætti kanska eisini um uppgávuna hjá Eli Müller í málinum, men tað skal ikki takast frá honum, at hann enn einaferð stóð ein branddyst. Hóast hann er nakað lágur av vøkstri til at vera hondbóltsmálverji, so eru evnini at lesa spælið framúr, og einki er at ivast í, at talan her er um ein av allar bestu málverjum okkara.
Ein slíkan eiga kollfirðingar eisini í Óla Krisitan Djurhuus, men hesa ferð var ikki so nógv, sum hann kundi gera. VÍF-álopini koyrdu snøgt sagt alt ov væl, og tó at hann fleiri ferðir tók royndir frá leysum leikarum, so munaði tað lítið í samlaða roknskapinum.

Var talan ikki um tann heilt stóra spenningin, so var dramatikkurin tó stórur. Ikki minst móti dystarenda.
Undirtónin var kanska, at Regin Petersen í fyrra dystinum meiddi seg illa í samanstoyti við Piti Negru, og hetta vildu kollfirðingarnir helst líka sum hava upp á pláss. Eftir fleiri at kalla ófantaligar nærdystir, har onkur einstakur endaði við útvísing, fingu kollfirðingarnir at enda somikið ilt í rumenska leiakaran, at hesin í illsiinni royndi at sletta mótstøðuleikara av sær, og tað gav so reyða kortið, sum kollfirðingar fegnir vildu hava fram.
Eina løtu afturar tóktust leikararnir hava hug at dystast dekan ov nógv persónligt, heldur enn at hugsa um dystin, men meira enn tað sama hendi so ikki. Og sum so kundi tað eisini vera tað sama. Vestmenningar ognaðu sær tvey trygg stig til væl fyltu kontina, og enn eru teir heilt væl við í oddastríðnum, har teir eisini halda seg hoyra heima.
Kollfirðingar máttu bara ásanna, at hesa ferð vóru teir ikki nóg stinnir, og skal hugsingur vera um at gera um seg longur frammi í oddinum, so mugu teir helst til at hugsa um, hvussu leikast skal, tá Oros verður tikin úr spælinum. Tað megnaðu teir so ikki hesaferð.

Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 32-22 (18-8)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 7(5), John Zachariasen 6, Agnar Joensen 5, Piti Negru 5, Ólavur Brimnes 3, Áki Olsen 2, Daniel Rápa 2, Eli Müller 1, Áki G. Olsen 1
KÍF: Damir Oros 6(3), Mirko Milinkvic 4, Rógvi Weihe 4, Eddi H. Joensen 3, Petur Martin Poulsen 2, Kristjan Madsen 2, Hallur Hansen 1
Brotskøst: VÍF 6, KÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Kundu væl lagt eina harðari linju, og harvið sloppið undan ógvusliga og rótuta spælinum seinasta góða korterið.