Coca Cola-kappingin
Talan gjørdist ikki um nakra sensatión, tá næst bestu Kyndils-menninir mikukvøldið tóku ímóti VÍF.
Kyndil hevði ávegis til hálvfinaluna sent H71 úr kappingini, og tí vóru kanska nøkur, sum vónaðu, at Kyndil enn einaferð kundi skapa tað heilt stóru sensatiónina.
Eina løtu vóru teir grønu eisini væl við. Fyrstu 20 minuttirnar var millum lítil og eingin munur á liðunum báðum, og teir gulu høvdu eisini hug at ilskast um, at spælið ikki gekk eftir vild.
Tað eydnaðist tó vestmenningunum at skapa eitt hol stutt undan steðginum, og hetta hildu teir fast um gjøgnum seinna hálvleik. Endaliga úrslitið gjørdist so ikki nakar stórsigur til verjandi føroyameistararnar, men við seks málum til góðar skal tað vera ógvuliga løgið, um teir í seinnu hálvfinaluni tveita eitt finalupláss burtur.
Fakta um dystin
Kyndil II-VÍF 16-22 (9-13)
Málskjúttar
Kyndil: Regin Fossaberg 4(3), Ken Zachariasen 3, Jónleif Sólsker 2, Rani Ellingsgaard e2, Ragnar Stakksund 2, Bárður Johannesen 1, Hans Arni Thomsen 1, Pætur Johansen 1
VÍF: Agnar Joensen 6, Áki G. Olsen 5, John Zachariassen 4, Sámal Joensen 3(1), Sjúrður Poulsen 2, Harald Bjørgvin 1, Ingi Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, VÍF 3
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen.