Manshondbóltur
At vestmenningar kunnu vera drúgvir, sóu vit í undanfarna kappingarári, tá teir vóru við í gullstríðnum til síðsta dyst. Og at teir ætla sær at verða drúgvir hetta kappingarárið, vístu teir leygardagin í Hoyvíkshøllini.
Hinvegin fekst eisini sjón fyri søgn, at hoyvíkingar munnu fara at taka stig bæði her og har ? tá teir orka_
Hjá H71 var tað í øllum førum ein spurningur um orku, ið gjørdi sítt til, at liðið tapti móti VÍF. Vestmenningar orkaðu allan samlan dystin, meðan hoyvíkingar ikki orkaðu meiri enn fyrra hálvleik ? og tað kemur tú ikki langt við móti einum vælspælandi VÍF-liði.
Undan hesum kappingarárinum hava vestmenningar fyrireikað seg væl, og tað sást eisini í teirra fyrsta dysti. Burtur sæð frá Dejan Lacok úr Jugoslavia, sum í fjør var málmaður hjá Tjaldri, var liðið hjá vestmenningum eitt sera roynt lið, ið tú kanst hava sæð á dómaraseðlinum fleiri ár aftur í tíðina.
Sámal við aftur
Men fyri tað var talan ikki um tungar gubbar, men eina væl upplagda eind, ið spældi sítt spæl allar 60 minuttirnar. Undangongumenninir fyri tí vóru Ingi Olsen og Sámal Joensen, ið sá út til at vera sera væl fyri, eftir at hann misti stóran part av undanfarna kappingarári orsakað av skaða.
Ein partur av fyrireikingini til kappingina hesa ferð var ein venjingarlega í Spania, og tað kundi hent seg, at fleiri lið enn H71 fara at renna seg í »spanska maskinaríið« hjá vestmenningum, sum jú eisini er ein motorur, ið hevur koyrt væl leingi.
Hóast fyrrverandi danski landsliðsspælarin, Henrik Gerster, fyri fyrstu ferð spældi ein dyst við H71 í eini 15 ár og tí heldur ikki er nakar ársungi í hondbólti, eitt nú við royndum frá bestu týsku deildini, so eru aldur og royndir ikki júst sereyðkennini hjá hoyvíkingum.
Onkrir hava verið við í nokk so nógv ár, men sum heild er manningin ung og enn ikki til fulnar samanspæld, og tá allir heldur ikki enn eru í fullum formi, gjørdist tað at enda til, at tað mesta hekk á Gerster og undangongumanninum á H71-liðnum seinnu árini, Halgir Dahl Olesen.
Ávaring til hini
Og tað var ikki nóg mikið. Í fyrra hálvleiki megnaðu hoyvíkingar at fylgja við, og teir kundu fyri tað eins væl verið á odda í hálvleikinum sum at vestmenningar vóru tað.
Men í seinna hálvleiki gjørdi VÍF beinanvegin eitt lop, so sjógvur kom ímillum liðini, og so arbeiddu teir stútt og støðugt sigurin upp, til teir tað síðsta korterið sótu fullkomuliga á øllum.
Í verjupartinum gekk væl hjá VÍF, sum hevði stórmennini Sámal Joensen og Piti Negru mitt fyri, so eyka torført var hjá H71-bakkunum at sleppa í skotstøður. Í skjótalopunum fekk Agnar Joensen ofta væl burturúr, men annars vóru tað sum sagt Sámal og Ingi, ið stóðu fyri nógvum av tí, ið kann vera ein ávaring til hini liðini um, at VÍF ætlar sær ikki einki í vetur.
Og so hava teir enn ikki fingið Áka Olsen við_
Dysturin í tølum
H71-VÍF 24-32 (13-14)
Málskjúttar
H71: Henrik Gerster 8 (4), Halgir Dahl Olesen 8, Heini Bentsen 4, Johnny Durhuus 2, Kristian Eli Zachariassen 2
VÍF: Agnar Joensen 8, Ingi Olsen 8 (4), Sámal Joensen 7 (1), Ólavur Brimnes 3, Harald Bjørgvin 2, John Zachariassen 2, Dejan Lacok 1, Piti Negru 1
Brotskøst: H71 5, VÍF 5
Ávaringar: H71 1, VÍF 1
Útvísingar: H71 4, VÍF 1
Dómarar: Kristian Johansen og Geir Wardum