VÍF á pínubeinkinum

Vestmenningar styrktu um oddastøðuna. Men við hepnið og eini brotskastsbjarging í seinastu sekundunum eydnaðist at toga sigurin til høldar móti StÍF

Hondbóltur

 

Seinastu vikurnar hevur VÍF leitað sær upp á aldudalin, meðan StÍF hevur dalað samsvarandi.

Tí vóru leiklutirnir greiðir, tá farið varð á vøllin í høllini í Vestmanna, men eftir fyrsta bríkslið var tó ikki heilt so greitt, hvussu leiklutirnir vóru.

StÍF hevur ofta argað VÍF nakað, og tað stóð skjótt greitt, at tað høvdu gestirnir góðan hug til hesaferð. Marian Cirloganescu var í góða gamla lagnum, og hóast VÍF royndi at trýsta, so merktu trý misnýtt brotskøst fyrsta korterið, at tað als ikki eydnaðist at skapa nakra veruliga leiðslu.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki tóktist tó at bragda hjá heimaliðnum. Gestirnir, sum høvdu fylgt væl við alla tíðina, mistu takið eina løtu, og góðar 10 minuttir fyri dystarlok var ein trý mála stór leiðsla bygd upp. Men so gekk galið. Tvær útvísingar á rað góvu strandingum møguleika at spæla í yvirtali í fýra minuttir, og hetta gjørdu teir so ruddiliga dælt av.

Bara fýra minuttir fyri dystarlok stóð 22-24 á talvuni, og enn einaferð var líkt til, at VÍF skuldi vera við undirlutan móti StÍF.

Í mun til so nógvar aðra ferð, so hevði VÍF tó nakað eftir at geva av. Teir fingu næstu trý málini, men annað stigið tóktist vera farið, tá StÍF fekk brotskast við bara tveimum sekundum eftir.

Seinasti tvídysturin stóð ímillum Alexandur Johansen og Eli Müller, men hendan dystin vann Eli, og so kundu heimaáskoðararnir fegnast um, at tað enn eina ferð eydnaðist teirra liðið at vinna tvey stig. Enn er kósin sett beint móti finaluplássinum í FM-kappingini.

 

Fakta um dystin

VÍF-StÍF 25-24 (12-13)

10 min: 5-3

20 min: 8-8

40 min: 16-15

50 min: 21-20

Málskjúttar

VÍF: Rúni Joensen 7(3), Sámal Joensen 4, Bjarti Hansen 4, Niels Andreasen 4, Joen P. Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Eli Müller 1, Áki G. Olsen 1

StÍF: Mortan Hansen 6(1), Alexandur Johansen 5(3), Sveinur Justinussen 4(1), Bárður Danielsen 3, Cristian Preda 3, Borgar Danielsen 2, Pauli G. Hansen 1

Brotskøst: VÍF 6, StÍF 8

Útvísingar: VÍF 5, StÍF 4

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen