Tað eru týðandi uppgerðir, sum eru á skránni hjá Neista-kvinnunum í hesum døgum. Seinnu árini hevur bláa havnarliðið skúgva tey flestu av hinum til viks, og við sterku siðvenjuni hjá felagnum í mentu, so er eitt pláss í FM-finaluni næstan eitt krav frá viðhaldsfólkunum.
Hetta hevur eisini verið málið hjá liðnum, og eftir eina heldur trilvandi byrjan, har liðið skuldi læra at standa seg uttan stjórskjótandi Brauer, hava tær næstan fingið samband við oddin.
Saman við Kyndli er VÍF oddalið, og tí var talan um sera týðandi uppgerð, tá Neistin vitjaði í Vestmanna, men har fingu tær at kalla ikki eitt bein til jørðina.
Gaman í fekk Neistin fyrsta málið í dystinum, men tað var so tað. VÍF tók fullkomuliga yvir, og tá tær fyrst høvdu vunnið sær eina trivaliga leiðslu, sleptu tær ongan tíð endanum.
Við sigrinum hevur VÍF togað seg leyst í oddinum, har tær tó hava spælt ein dyst fleiri enn Kyndil.
- - -
VÍF - Neistin 31-24 (18-15)
10 min: 8-3
20 min: 13-10
40 min: 23-17
50 min: 27-22
VÍF: Agnas Olsen 7(1), Durita Ljósstein 6, Durita Christophersen 6, Tóra Seloy 4(3), Liljan Djurhuus 4, Daniella Joensen 2, Annika Poulsen 1, Eilin Hansen 1, Guðrið Poulsen 1
Neistin: Jacklin Durhuus 8, Bára Hansen 5(2), Rakul Augustinussen 4, Birita Wardum 3, Súsanna P. Nólsoy 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1, Nicoleta Hansen 1
Brotskøst: VÍF 4/4, Neistin 3/2
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2