VÍF var favorittur, tá ið vestmenningar fyrr í dag tóku ímóti VB í høllini í Vestmanna. Undan dystinum hevði VÍF seks stig eftir fýra spældar dystir, meðan VB hevði tvey stig eftir tríggjar spældar dystir.
Tað gekk tó ikki sum væntað, tí at tá ið teir 60 minuttirnir vóru spældir var tað VB, sum hevði vunnið trygt - 32-26.
Tað líktist tó einum heimasigri í fyrra hálvleiki. Eitt skifti var VÍF á odda við heili fimm málum, men vágbingar fingu minkað um munin áðrenn steðgin, so hálvleiksstøðan var 16-13 til VÍF.
Í seinna hálvleiki var søgan tó ein onnur. Útiliðið át leiðsluna upp og stig fyri stig var tað VB, ið bæði legði seg á odda og økti um leiðsluna. Beint áðrenn dystarenda var støðan 32-24 til VB, men VÍF fekk tó betrað um endaligu støðuna eitt vet - tað endaði 32-26 til VB.
Toppskjúttin í dystinum bleiv Danijela Mistric hjá VB, ið skoraði heili 12 mál.
Dysturin í Vestmanna var einasti dysturin, sum varð spældur í Hvonndeildini i dag. Ein dystur verður spældur í deildini í morgin, tá ið StÍF og Neistin hittast á Skála.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
VÍF-VB 26-32 (16-13)
VÍF: Marianna G. Eystberg 5, Daniella Joensen 5, Agnas Olsen 4, Brynja Rógvadóttir 4, Tóra Seloy 2, Randi Virgarsdóttir 2, Kathe Frederiksen 2 og Heidi Maria Akselsen 2.
VB: Danijela Mistric 12, Bára K. Mortensen 6, Rúna Jacobsen 5, Rannvá Johannesen 3, Gurið K. Augustinussen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 2 og Barbara Hjelm 1.