Vágamenn niðastir

Eftir at tveir dystir móti nýggja liðnum í fyrstu deild bert góvu eitt stig, er greitt, at FS Vágar endar niðast í bólki trý

 

Løgmanssteyp


Nýggja liðið í fyrstu deild, EB/Streymur, sleppur ikki víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini, men hinvegin er lítið at ivast í, at vónin um at lívbjarga sær man vera vaksin nakað eftir teir báðar dystirnar móti FS Vágum.


Fýra stig

Tað eydnaðist nevnliga norðara felagsliðnum at fáa fýra stig burtur úr teimum báðum seinastu dystunum, og saman við hinum úrslitunum í kappingini, man hetta hava viðført, at sjálvsálitið er økt nakað undan landskappingini.

Fyrri dysturin millum liðini bæði varð leiktur leygardagin, og hendan eydnaðist Jón Sigurd Gleðisheygg at avgera við einum máli í seinna hálvleiki.

Mánadagin tørnaðu tey so aftur saman í Miðvági, og tað var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast gestunum at fara av stað við øllum aftur hesa ferð. Í hálvleikinum vóru teir nevnliga á odda við einum máli, sum rumenski Sorin Anghel skeyt.

Tað eydnðaist tó vágamonnum at javna við einum máli frá John Johannesen, men úrslitið bendir á, at tað aftur í ár verður sera trupult hjá vágamonnum at toga seg upp um niðurflytingarstrikuna, sum alt árið í fjør var ein stór hóttan fyri liðið.