Sandavágs Talvfelag tryggjaði sær meistaraheitið í landskappingini í talvi í dag eftir ein sannan toppgýsara móti Havnar Telvingarfelag. Havnarmenn vunnu dystin 2½-1½, men vóru kortini ov stuttir, tá til stykkis kom. Skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið kravdist í minsta lagi 3-1 í avgerandi dystinum í dag.
Havnarmenn høvdu styrkt seg til dystin, tí Helgi Dam Ziska var komin heim úr Skotlandi í einari roynd at tryggja Havnar Telvingarfelag, sum um ein mánað fyllir 90 ár, meistaraheitið, men tað eydnaðist ikki. Veteranurin Torkil Nielsen avgjørdi dystin til frama fyri Sandavágs Talvfelag, tá ið hann í spennandi talvi á 4. borði koppaði Hans Kristian Simonsen.
Martin Poulsen legði Havnina á odda við sannførandi sigri á Carl Eli Samuelsen á 2. borði. Helgi Dam Ziska tóktist at vera við yvirlutan á 1. borði, men føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen stríddist manniliga og bjargaði sær og liðnum ein týðandi javnleik móti besta føroyska telvaranum.
Yngri bróðirin Høgni Egilstoft Nielsen kýtti seg eisini av øllum alvi móti tí sera vælleikandi Olaf Berg á 3. borði. Eitt skifti var líkt til, at ungi sandavágsmaðurin fór at halda tørn, men Olaf sleit hann upp í drúgvum endatalvi og vann.
Men pápin bjargaði honum og liðnum við, tí á 4. borði telvaði Torkil sum í sínum vælmaktsdøgum, táið hann tríggjar ferðir vann føroyameistaraheitið fyri einstaklingar. Við hvíta fólkinum tóktist hann at hava munin, men Hans Kristian spjálkaði óført og leingi var óvist, hvussu hetta mundi fara at enda. Í avgerandi løtuni var Torkil tann kringari og vann.
Havnarmenn vunnu toppdystin, men sandavágsmenn vunnu meistaraheitið á øðrum sinni í søgu felagsins. Nógvir áskoðarar forvitnaðust, og sandavágsmenn vórðu fagnaðir við lógvabrestum, tá ið sigurin varð tryggjaður.
Sandavágs Talvfelag fekk loksins 27 stig, Havnar Telvingarfelag 26½ stig og Klaksvíkar Talvfelag gjørdist nummar trý við 24½ stigi.
Dystirnir í seinasta umfari í landskappingini í talvi vórðu telvaði í SÍF-húsinum í Sandavági í dag.