Vágaskot kostaði drongi lívið

Mánadagin seinnapartin fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein drongur av ósketni hevði skotið seg sjálvan í einum húsum á Sevmýri

Ein skotvanlukka mánadagin kostaði einum 15 ára gomlum drongi á Tvøroyri lívið. Drongurin var staddur í kjallaranum, tá vanlukkan hendi. Løgreglan kom á staðið og staðfesti, at skotið hevði rakt hann í høvdið, og hann var deyður á staðnum.
Trý ungfólk vóru hjástødd og sóu vanlukkuna. Hesi trý stóðu uttanfyri, tá løgreglan kom á staðið, og fingu tey bráðfeingishjálp beinanvegin.
Hvussu vanlukkan hendi er kortini ógreitt, tí ongin teirra sá júst, hvussu skotið gekk av. Drongurin helt byrsuna framman fyri sær og skuldi helst seta hana frá sær, men so er skotið gingið av á ein ella annan hátt.
? Um hann kom til at slíta ketuna á boylanum ella hann hevur sett hana ov harðliga niður í gólvið, ber ikki til at staðfesta. Men talan er um eitt vágaskot, greiðir sýslumaðurin frá.

Tilbúgving
Beinanvegin eftir, at vanlukkan var hend, fingu avvarðandi hjálp. Foreldur at floksfeløgum, floksfelagar, prestur og løgreglan savnaðust til eina løtu, har tey tosaðu um vanlukkuna og høvdu eina andakt. Men hjálpin til familjuna og tey nærmastu hjá dreinginum verður fyri seg sjálva.
? Tey hava fingið ein ógvusligan skelk, so tey koma inn í hesa tilbúgvingina nakað seinni. Men tey verða so als ikki slept hesum viðvíkjandi, sigur sýslumaðurin.
Avrátt var so eisini, at haldast skuldi fram við hesum í skúlanum dagin eftir. Og týsdagin kom eisini sálarfrøðingur úr Havnini suður til Tvøroyrar at hjálpa.
Tvøroyar skúli hevur eina tilbúgvingarætlan, sum skúlin fylgir í hesum sambandi ? umframt at tilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum beinanvegin varð sett í verk eftir vanlukkuna.
? Vit hava so roynt alt, tað vit kunnu, men hetta er ein skelkur fyri alla oynna, sum fer at taka tíð at koma yvir, sigur sýslumaðurin á Tvøroyri.