Vágbingar fyrireika 100 ára hald

Um eina góðan mánað fara vágbingar at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá kommununi Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og fyrrakvøldið skipaðu fyrireikararnir fyri fundi í Stóta Pákkhúsi, har umleið 30 fólk við áhuga fyri tiltakinum vóru komin saman.

Nógv hugskot og nógvir spurningar vóru, og ein av fyrireikarunum, Finn Johannesen, sigur við Suðuroyarportalin, at hann væntar eina fjølbroytta og spennandi skrá, tá føðingardagshaldið verður fyrstu vikuna í oktobur.

Tann 13. september verður aftur fyrireikingarfundur, og Finn Johannesen roknar við, at tann endaliga skráin fyri 100 ára haldið fæst upp á pláss tá.