Nýggja samgongan í Vági verður ikki skipað enn
Skeiðið hjá hesum býráðnum skal avgreiðast fyrst, sigur borgarstjórin
Tað verður ikki enn, at nýggja samgongan í Vágs Býráð, verður skipað. Á býráðsvalinum hendi ongar broytingar ímillum flokkarnar, tí Tjóðveldi varðveitti sínar fýra býráðslimir, Javnaðarflokkurin varðveitti sínar tríggjar og Sambandsflokkurin varðveitti sínar báðar býráðslimir.
Men fleiri býráðslimir eru nývaldir. Fyri Tjóðveldi eru Jónleyg Eyðunsson og Bárður G. Nielsen nývaldur, fyri Javnaðarflokkin eru Bjarni Johansen og Magnus M. Hjelm, nývaldur, og fyri Sambandsflokkin er Marin H. Gaardlykke, nývald.
Sum er, eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru í samgongu við Dennisi Holm, sum borgarstjóra, og nógv sóu fyri sær, at tað lá beint til høgrabeinið, at tann samgongan helt fram.
Men longu valkvøldið kastaðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin saman og gjørdu av at skipa samgongu við Bjarna Johansen, sum borgarstjóra, og tey hava heitt á Dennis Holm, sum varð toppskorari á valinum, um at kalla nývalda býráðið saman, so at tað kann verða skipað, formliga.
Men tey mugu brynja seg við toli, í Dennis Holm sigur, at tað verður ikki heilt enn, at nýggja Býráðið verður skipað.
Hann sigur, at hetta býráðið hevur tveir fundir eftir, har ymisk viðurskifti skulu avgreiðast. Tann seinasti fundurin hjá hesum býráðnum verður 14. desember og tað verður ikki fyrr enn í døgunum eftir tað, at nýggja býráðið verður kallað saman, sigur hann.
Hann heldur tað vera ruddilagast at avgreiða hesa býráðssetuna, áðrenn farið verður í holt við tað nýggju. Eitt stórmál, sum er eftir at avgreiða, er fíggjarætlanin fyri næsta ár.