Tá ið 23 ára gamla Una Nielsdóttir Galán varð við barn við nú 16 mánaðar gomlu Riu, visti hon við tað sama, at hon vildi vera heima við dótturini.
– Fyri meg var tað greitt, áðrenn Ria varð fødd. Tað var ein sjálvfylgja, sigur hon.
Una er av tí sannføring, at vøggustovan nøktar ein tørv, sum foreldrini hava og ikki ein tørv, sum børnini hava.
– Vøggustovubørn eru ov lítil til stovnslívið. Tey duga ikki at tosa, fleiri duga ikki at ganga ella enntá grulva, tá tey fara á stovn. Tað virkar absurd, sigur hon.
Hon greiðir frá, at avgerðin var eitt tilvitað val hjá henni og sjeikinum, Ken Johannesen, tí valið fer ímóti streyminum.
– Við at taka hetta valið, hava vit eisini ávísar avmarkingar. Vit hava bert eina inntøku, og tí brúka vit ikki nógvan pening. Men tað ber til, um ein veruliga vil tað, sigur hon.
Einsligt at vera heima
Tá Ria var fødd, legði Una veruliga til merkis, hvussu einsligt tað var at fylgja síni sannføring.
– Eg kendi eg ongan, umframt familjuna hjá mær, sum hevði børn. Eg hevði valt at vera heimagangandi, og tað var sera einsligt, hóast vit eru aktivar í gerandisdegnum, sigur hon.
Saman plaga tær báðar at vitja Spælistovuna í Býarbókasavninum tvær ferðir um vikuna, og so gongur Ria eisini til mini-hondbólt. Eisini fara tær nógvar túrar við býarbussinum og vitja familju og vinir.
– Eg kenni ikki nógvar heimagangandi mammur. Í Spælistovuni, sum er eitt kommunalt tilboð fyri heimagangadi og børnini tvær ferðir um vikuna, vitja á leið 10 ymiskar mammur, men vit eru eini fýra, sum vitja fast, sigur hon.
– Tað er eisini avmarkað, hvussu nógv vita av, at Spælistovan er opin tvær ferðir um vikuna. Hóast vit sakna samvirkan, so er plássið í Býarbókasavninum eisini avmarkað, at tað ikki er pláss fyri fleiri, sigur unga mamman.
– Eg hugsi tó, at tað hevði verið framúr, um kommunan hevði onkra av hallunum tøka til okkara av og á, so vit kundu farið við børnunum, tá veðrið var keðiligt. Tað hevði eisini verið við til, at gjørt tað meir freistandi at verið heimagangandi, hóast eg eisini hava varhuga av, at tað kommunan als ikki kennur tørvin, sum vit hava, tí tey ikki hava áhuga í, at mammur eru heimagangandi, sigur hon umhugsin.
Les eisini: Saknar kjarnubólk av heimagangandi foreldrum