Í samband við 80 ára føðingardagin hjá Vágs kirkju og Ljómi, bjóðar kirkjan almenninginum til morgunmat í aulini í Vágs skúla sunnumorgunin 24. febr. frá kl. 09.30 til 11.00.
Vágs Kirkja varð vígd 19. februar 1939. Grundarsteinurin varð lagdur longu í 1927.
Meira kann lesast um kirkjuna her:
https://fo.wikipedia.org/wiki/V ágs_kirkja
Kirkjukórið Ljómur varð stovnað um somu tíð, sum kirkjan varð vígd. Kórið er virkið enn, um enn kórleiðarar hava verið skiftandi seinastu árini, og kórið ikki er so fjølment, sum onkutíð.
Á heimasíðuni hjá Suðurrás eru heilsanir at lesa til Ljóm, og ein, ið skrivar, er leiðarin fyri kórinum í mong ár, Jóannes Nolsøe. Heilsanin sæst her:
Lars og Cindy Mensodides leiddu eisini kórið eitt skifti, eins og Dorte Tilma: tey hava eisni skrivað kórinum heilsu. Tær kunnu lesast her: