Øll tey, ið hava eitt ella fleiri góð hugskot til føðingardagsvikuna, eru vælkomin á fundin, ið verður hildin í Stóra Pakkhúsi í kvøld Í sambandi við at Vágs Kommuna fyllir 100ár, verður skipað fyri serligar føðingardagsviku í oktoburmánað. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd, og longu nú eru fleiri tiltøk við at taka skap, og skulu hesi so seta dám á føðingardagsvikuna.
Fyrireikingarbólkurin sigur í tíðindaskrivi, at øll tey, ið hava eitt ella fleiri góð hugskot til føðingardagsvikuna, ella sum ynskja at hjálpa til á ein hvønn hátt, eru hjartaliga vælkomin á fundin, ið verður hildin í Stóra Pakkhúsi í kvøld kl 19.00, og har verður sjálvandi ein kaffimunnur at fáa eisini.
Sum skilst so verða framsýningar, kappingar, kvøldseta, stórt barna- og familjutiltak, eins og tað verður ein serlig familju- og barnagudstænasta, umframt mangt annað er á skránni, tá ið Vágur hátíðarheldur 100 ára føðingardagin hjá Kommununi, 30. sept - 7. oktobur.