Víkingar vunnu VFF kappingina

Í síðsta dystinum í venjarakappingini vann Víkingur í kvøld 2-0 á Tórsvølli ímóti HB

Punktum varð í kvøld sett fyri VFF kappingina, sum venjarafelagið skipar fyri. Tað vóru greipuvinnararnir í HB, ið spældu ímóti Víkingi, sum í fjør endaði á fimta plássi.

Tað regnaði illa stóran part av tíðini, og hóast tað í løtum vóru onkrar óneyvar sendingar, so var talan um nógv gott spæl, tá ið havt verður í huga, at tað er 17. februar. Fyrri hálvleikur endaði málleystur. Fyrsta lítla korterið eftir steðgin skoraði Víkingur tvey mál og vann 2-0.

Fyrra málið skoraði Olaf Bárðarson úr spískum í vinstru eftir sending frá Arnbjørn Svensson, og seinna málið skoraði Jákup Johansen eftir innlegg úr høgru frá Ara Olsen.

HB var meiri á bóltinum, uttan at tað eydnaðist at mynda heilt stórar møguleikar.

Víkingarnir lúrdu eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop, og tað megnaðu teir sera væl.

 

HB – Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Olaf Bárðarson 54.

0-2: Jákup Johansen 59.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur M. Gestsson - René S. Joensen, Hørður Askham, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen - Heðin Hansen, Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu - Hilmar Leon Jacobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen -  Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson,Arnbjørn Svensson - Finnur Justinussen

 

Onkrar skiftingar vórðu gjørdar beinanvegin eftir steðgin, og tá ið støðan var 2-0, og tað restaði ein hálvur tími, skiftu bæði liðini heilt nógv fólk.

Á kyndilsmessu endaði venjingardystur millum HB og Víking við málleysum javnleiki. HB hevur vunnið 4-0 ímóti 07 Vestur, 5-0 ímóti ÍF, 7-1 ímóti NSÍ og 20-0 ímóti TB.

Víkingur hevur vunnið 6-1 ímóti Skála, 3-1 ímóti EB/Streymi, spælt 0-0 ímóti HB, tapt 3-0 í Klaksvík, og í kvøld endaði tað við 2-0 sigri ímóti HB.

Í fyrsta umfari í landskappingini skal HB sunnudagin 7. mars spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og sama dag skal Víkingur spæla á heimavølli ímóti TB.