Víkingur helt øllum stigunum, tá teir í dag høvdu vitjan av HB. Og tað er lítil ivi um, at gestirnir iðra seg um hetta.
HB byrjaði nevnliga við buldur og brak, tá Tony Rasmussen longu í fyrsta minuttinum vann bóltin av verjuni og einsamallur við málverjanum sendi trygt í netið.
Málið skelkaði víkingarnar, sum høvdu ilt við at fáa spælið at hanga saman fyrstu trý korterini.
Víkingur kom tó betur við eftir steðgin, men tað kundi alt verið øðrvísi, um Tony Rasmussen tvífaldaði sína úrtøku, tá hann var einsamallur við málverjanum beint eftir steðgin.
Og ístaðin kundi heimaliðið koppa øllum á. Fyrst dróg Hjartvard Hansen nakað fram við verjuni, áðrenn hann smekkaði bóltin í netið. Seinna málið var ein sonn perla, har Finnur var fyrstur á innleggi og beindi bóltin upp í málhorni.
Víkingur-HB 2-1 (0-1)
0-1: Tony Rasmussen, 1.
1-1: Hjartvard Hansen, 70.
2-1: Finnur Justinussen, 80.