Víkingur gjørdi heilt skjótt av

Víkingur vann fyri sættu ferð á rað, og harvið hevur nýggi venjarin framvegis fulla úrtøku

Víkingarnir, sum í dag hava verið í Trongisvági, rigga av við Stórá  og gera seg klárar at fara norður aftur í Eysturkommunu.

Í viðførinum hava teir tey trý stigini, sum teir í gjár fóru suður at vinna. Hetta var sætta ferðin á rað, at Víkingur vann fulla úrtøku. Nýggi venjarin, Jóhan Petur Poulsen, hevur framvegis fulla úrtøku. Hann hevur staðið á odda fyri liðnum í trimum dystum.

Tað gekk heilt skjótt fyri seg, so hevði Víkingur skorað tey bæði málini, sum góvu fyritreytirnar við sær, sum gestirnir við Stórá høvdu droymt um.  

Víkingur legði seg beinanvegin á odda eftir horna. Bogi Reinert Petersen, sum síðst skoraði 2-1 sigursmálið ímóti Skáli í síðstu løtu, var tann, sum setti hol á. Víkingur átti horna úr høgru, og heimaverjan snorksvav, tá ið bólturin varð lagdur til handara stólpa, har Bogi var leysur, tá ið hann slapp at temja bóltin og so smekka hann upp í nettakið.

Og tað gekk bara ein lítil løta, so var Víkingur frammanfyri 2-0. Talan var um skjótt uppspæl í vinstru, lagt varð í høgru, har vongverjin í høgru, Ari Olsen, tamdi bóltin ein stóran metur uttanfyri brotsteigarmarkið, áðrenn hann smekkaði til við vinstra beini, og umvegis tvørtræið og málstrikuna fór bólturin upp í nettakið.

TB royndi og var viðhvørt í støðum, sum kanska kundi havt borið møguleika við sær, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Elias Fagrá.

Og í hinum endanum var Víkingur onkra ferðina tætt við, eitt nú høvdu teir bóltin á tvørtrænum.

Víkingur hevur nú frí frá landskappingini í tríggjar vikur. Dysturin ímóti KÍ fríggjakvøldið er útsettur, og Víkingur skal eftir landsliðssteðgin spæla í Gundadali ímóti HB. Tað verður 18. oktober.

Næsti dysturin hjá TB verður leygardagin á heimavølli ímóti ÍF.

 

 TB – Víkingur 0-2 (0-2)

0-1: Bogi Reinert Petersen 3.

0-2: Ari Olsen 6.

Dómari: Alex Troleis

TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Poul Ingason,  Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah (Filip Obadovic, 70.) – Dánjal Godtfred, Rasmus Møller, Sebastian Kroner,  – Nikolei Johannesen (Rógvi Joensen, 60.), Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson

Gult kort: Samudeen Musah, Ndende Adama Guéye

Venjari: Michael Winter

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Andreass Lava Olsen (Elias Lervig, 77.), Arnbjørn Svensson (Geza David Turi, 89.), Bogi Reinert Petersen, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 80.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Gult kort: Sølvi Vatnhamar

Venjari: Jóhan Petur Poulsen