Tað var ikki gamalt, at bæði feløgini í Gundadali áttu heimavøll á sama leikdegi, og at tað eisini kemur fyri, at tað ikki er fótbóltur í fremstu røð í Gundadali eitt vikuskifti. Men soleiðis hevur tað verið seinni árini, og soleiðis er tað eisini í ár og hetta vikuskiftið.
Víkingur verður gestur hjá B36 klokkan 14, og Jóhan Petur Poulsen hevur nýggjan spælara í fremstu ódnini. Finnur Justinussen, sum 30. mars fylti 32 ár, varð borin av vøllinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki og endaði á sjúkrahúsi, tá ið Víkingur í triðja umfari vann 2-1 á heimavølli ímóti HB. Fyrr í vikuni visti bolt.fo at siga, at krossbandið er slitið, og tað ber við sær, at Finnur Justinussen ikki verður at síggja á vøllinum aftur í ár. Hetta er ein øgiligur smeitur hjá Víkingi.
Í fjør var Finnur toppskjútti við 13 málum. Higartil í ár hevur Víkingur skorað trý mál. Finnur hevur skorað eitt, og hinir málskjúttarnir eru Jákup Johansen og Andreas Lava Olsen. Teir hava báðir áður roynt seg sum álopsspælarar, og tað kann væl vera, at annar teirra verður fremsti maður í Gundadali.
Sølvi Vatnhamar var næstbesti málskjútti í fjør. Hann skoraði 12 mál. Tað er heilt víst, at hann verður ikki fremsti maður. Nú Finnur er skaddur, er møguleikin størri hjá Martini Klein Joensen at sleppa framat. 21 ára gamli Martin hevur higartil í ár verið tvær lítlar løtur á besta liðnum. At máltevið er gott, vísti hann á næstbesta liðnum næstsíðsta leygardag, tá ið heimadysturin í Leirvík ímóti EB/Streymi endaði 4-4. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin hevði Martin skorað hattrikk.
Mest sannlíkt man tað tó vera, at Andreas Lava Olsen seinnapartin verður fremsti maður hjá Víkingi.
Bárður J. Hansen er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Í gjár var hann ætlaður at vera millum teir fyrstu ellivu á Argjum, har næstbesta liðið hjá Víkingi skuldi spæla. Dysturin var tó avlýstur, tí tað var so nógvur kavi á vøllinum inni í Vika.
Hjá B36 snýr tað seg um at finna málið hjá mótstøðuliðnum. Í Gundadali ímóti bæði HB og B68 fór einki mál ígjøgnum, men tað eydnaðist heldur ikki B36 at skjóta mál, og so endaðu báðir dystirnir 0-0. Nú hava Dan Brimsvík og hansara menn havt góðar stundir at fáa meiri tyngd og brodd í álopspartin, har tað verður bíðað eftir, at nýggju donsku spælararnir skulu finna vegin til meskarnar.
Andrass Johansen er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Jóhan Hansson og Eli Falkvard Nielsen eru skaddir, og tað er ivasamt, um Hannes Agnarsson verður førur fyri at spæla.