Sigfríður S. Clementsen fekk eina harða byrjan í sessinum sum høvuðsvenjari hjá Víkingi.
Víkingur tapti á heimavølli greitt 0-3 ímóti KÍ. Tó vóru Gunnar Vatnhamar og Filip Djordjevic uttanfyri við leikbannum, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá Víkingi lættari.
Sigfríður S. Clementsen viðgongur, at Víkingur megna ikki at standa KÍ kurl við likamligari styrki, og likamliga styrkin hjá KÍ gjørdi eisini mun tá KÍ skoraði tey trý málini sum øll vóru stútarar.
- Vit mugu byrja av nýggjum, staðfestir Sigfríður S. Clementsen, og hann undirstrikar, at tað snýr seg ikki so nógv at hyggja eftir stigatalvuni í fyrstu atløgu, men heldur kom í gongd aftur við góðum spæli og skipan, og so fer hitt at koma.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigfríð S. Clementsen aftaná 0-3 tapið hjá Víkingi ímóti KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við tvífalda málskjúttan hjá KÍ, Páll Klettskarð hoyrist HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av teimum trimum málunum hjá KÍ hoyrast HER