Fleiri politikarar vilja nú avtaka hámarkið, sum er fyri inngjaldi til ALS, so at tey, sum hava góða løn, rinda meiri inn í skipanina.
Sum støðan er nú, rindar ongin meiri enn 6.500 krónur inn í Als um árið.
Tað merkir, at onki verður goldið inn í skipanina av tí partinum av lønunum, sum liggja omanfyri 525.000 krónur.
Men í Løgtinginum í dag varð staðfest, at fleiri politikarar halda hetta vera órættvíst.
Jenis av Rana, tingmaður úr Miðflokkinum í samgonguni, vildi hava at vita, um Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av ALS, ætlaði at gera nakað við málið.
Hann gjørdi greitt, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum umsita ALS og at tað er stýrið fyri skipanina, sum hevur ásett hámarkið.
ALS er ein tryggingarskipanina og tí er loft á. Politikarar føra fram, at er onki loft á, kann ALS verða mett sum ein skattur og so er vandi fyri, at skipanin verður løgd undir politisku skipanina og at gjaldið fer á fíggjarlógina. Tað merkir so eisini, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum missa ræðið á skipanini.
Og tað hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki viljað góðtikið undir nøkrum umstøðum.
Johan Dahl staðfestir, at er politisk undirtøka fyri tí, hevur hann onki ímóti, at hámarkið verður broytt.
Hinvegin halda fleiri tinglimir, eitt nú teir báðir úr Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, umframt Bjørt
Samuelsen, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, at hámarkið eigur at vera hækkað, ella heilt avtikið, so at øll rinda ALS av allari lønini.