Fríggjadagin vóru dagrøktarar í Suðuroynni til sjórænaradag á Tvøroyri og dagurin eydnaðist væl Lagt var til brots kl. 10.00, og tá kom skrúðgonga við dagrøktarbørnum úr allari Suðuroynni eftir høvðusvegnum á Tvøroyri. Børnini sloppu at royna løgreglu- og sløkkiliðsbilar og hoppiborgir. Tað var heilt serstakt, tá ið vitjað varð umborð á sluppini Johonnu, ið lá við bryggjuna á Tvøroyri. Har tók sjórænari ímóti, og Álvur Enni segði børnunum eina sera spennandi sjórænarasøgu.
Í tjaldinum, ið stóð á økinum, blivu børnini eisini málaði, og fingu møguleikan til bóltkast. Tað sást at tey hugnaðu sær óført.
Tað var Vilt, Tvøroyrar Kommuna og Johanna TG326 ið skipaðu hetta tiltakið í felag.