Jákup Petersen
?????????????
Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Mikladals og Klaksvíkar kommuna høvdu avgjørt at kasta saman 1. jan. 2005. Hetta byggir á sáttmála sum frammanundan er samtyktur í Klaksvík og í Mikladali.
Eg má siga at tað fløvar, at Mikladalur og Trøllanes vilja ganga saman við Klaksvík á tí kommunala økinum. Eg havi ættarbond úr Mikladali, og eri sera errin av hesum. Pápi mín kemur úr Mikladali og eg havi altíð sæð nakað stórt í hesum fólki, sum undir sera truplum viðurskiftum kundu byggja land og menna seg millum tey fremstu í Føroyum á fleiri økjum.
Eg veit, at tað hevur verið gott samband millum Kalsoy og Eysturoy í fleiri mannaminni, og at fleiri bond í gomlum døgum hava verið knýtt tann vegin. Men seinastu tíðina hava kalsingarnir, sum mikladalsmenn ofta vóru róptir, alt meira vent sær móti økinum Norðuri í Vági.
Eg kalli meg fyri klaksvíking, og eri sera glaður fyri, at fleiri kalsingarnir saman við fólki úr øðrum bygdum í Norðoyggjum valdu at seta seg niður í Klaksvík. Tað vóru hesi fólk, sum fyri ein stóran part byggdu Klakksvík. Tað varð ein sovorðin arbeiðshugur, hugflog, hegni og skil í hesum fólki, og tað skapti ein framburð í Klaksvík, sum valla hevur verið at síggja aðrastaðni í Føroyum. Og hesin framburður hevur hildið seg til henda dag.
Vit vita øll, hvussu frammarlaga kalsingarnir eru á mentunarøkinum. Innan list mugu teir nokk metast millum teir fremstu í Føroyum.
Eg havi hoyrt pápa mín siga frá, hvussu smiðjurnar í Mikladali vóru millum tær fremstu í Føroyum og langt frammanfyri tað ein kundi gera Norðuri í Vági. At tað longu í Innustovusmiðjuni í 1890 vóru gjørdir tríggir stórir kranar av sverum jarnbreytaskinnarum, har ein varð til Mikladals, ein til Viðareiðis og ein fór vestur til Gjáar. Smiðjurnar høvdu lærlingar, sum síðani gjørdust sjálvstøðugir smiðir um alt Føroya land. Og at tað í Norðnástovusmiðjuni vóru gjørdir líggjar, bátaseymir, knívar, grev, saksar og skræddarasaksar til ymisk støð í Føroyum. Soleiðis, at ambolturin sang bæði tíðliga á morgni og seint á kvøldi.
Pápi hevur eisini sagt mær eitt og annað um bátasmíð. Varð ikki heilt sørur sjálvur, tá tað kom til at smíða bátar og pápi hansara Poul Andrias Petersen hevðið eisini lært hann eitt og annað. Tá vóru bátar gørdir í Mikladali til allar oyggjar í Føroyum og fleiri lærlingar úr Mikladali vóru síðani sjálvstøðugir kring landið. So vítt eg veit hevur Niklas í Koltri lært eitt og annað frá pápa sínum, sum smíðaði saman við Jógvani í Norðnástovu. Tað sigst, at Hanus í Norðnástovu smíðaði bát millum svøvnar. Hann gjørdi eitt fýramannafar á Syðradali eitt sumarið og varð ongantíð í song. Hvíldi seg bert eina løtu í hølvispønunum um hádimmið, tað varð alt.
Hetta er fólkið, sum hevur bygt Klakksvík. At tit hava valt at varðveita sambandið til Klaksvíkar ber boð um áhaldandi vinalag, dirvi og framburð. Og skuldið tað verið so, at Klaksvíkin fekk høvi til at hjálpa til í Mikladali ella Trøllanesi og soleiðis goldið ein part aftur av øllum tí, sum hesar bygdir hava latið til Klaksvíkar gjøgnum tíðirnar, so hevðið tað glett meg ómetaligt.
Vinirnir kalsingar, vælkomnir í kommununa. Vit eru errin av tykkum!