Vælkomin til Vikuskifti

Vit bjóða tykkum vælafturkomin til Vikuskifti í Sosialinum. Vit vóna at kunna upplýsa og undirhalda tykkum komandi mánaðirnar.

Einki er sum lukturin av prentsvertu á einum nýprentaðum vikuskiftisblaði. At blaða, hyggja, snodda, lesa, undrast og undirhaldast.

Ella var tað nú eg, sum varð sigldur afturúr á opnum miðlahavi vónleyst saknaður millum bylgjubrotini frá nýggju miðlunum.

Avísin hevur seinnu árini fingið harðari og harðari kapping frá nýggjum, talgiltum miðlum, sum yvirtaka alt fleiri av uppgávunum, sum prentaða miðilin hevur havt í øldir. Men framvegis er blaðið har – og brúk er fyri tí. Ikki bert av nostalgiskum ávum.

Blaðleiðslurnar hava roynt at broytt síni bløð fyri at gera tey viðkomandi í einum nýggjum heimi við endaleysum skjótum internetmiðlum og sosialum netverkum, har fólk frætta tað mesta, meðan tað hendir - í fleiri førum helst eisini áðrenn tað hendir.

Tí má blaðið bjóða nakað annað enn tað, sum teir kviku og knøppu miðlarnir við endaleysum nyttugum og fullkomiliga óneyðugum upplýsingum kunnu bjóða. Fyrst og fremst snýr tað seg um at hava annað tilfar enn netmiðlarnar, og helst skal tilfarið eisini verða tilgjørt og borðreitt øðrvísi.

Eftir ein steðg í summar er Vikuskifti nú aftur í Sosialinum. Vikuskifti hevur verið sera væl umtókt millum okkara lesarar, og hetta er annar veturin, at vit fara í holt við Vikuskifti. Onkrar dagføringar eru gjørdar, men Vikuskifti fer framvegis at líkjast sær sjálvum við samrøðum, klummum, tipsum, bagrund, undirhaldi og góðum ráðum.

Hugsanin er, at Vikuskifti skal geva tykkum lesarum blaðsøgur av øllum hugsandi slagi. Fjølbroytt tilfar sum hóskar til eitt blað, sum kann liggja á borðinum eitt vikuskiftið.

Vit bjóða tykkum vælafturkomin til Vikuskifti í Sosialinum. Vit vóna at kunna upplýsa og undirhalda tykkum komandi mánaðirnar.