Fyrst vil vistarheimsnevndin takka meirilutan-um í Klaksvíkar Býráð, sum atkvøddi fyri umsóknini frá N. Ellis- & Vistarheimi, har vit søktu um stuðul til útbygging og umbygging av heiminum.
N. Ellis- & Vistarheim er ein sjálvsognarstovnur, sum er fíggjaður av landinum, og tað hevur verið soleiðis, at vit hava kunnað tikið lán til umbyggingar, men nú er tað ikki loyvt meira (eftir at heimið er lagt undir Serstovnaøkið hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum).
Tí sendi vistarheimsnevndin eina umsókn til Hans Paula Strøm, sum varðar av økinum, har vit søktu um fígging til útbygging og umbygging av verandi húsi. Viðlagt var ein strikumynd, sum vísti, at ætlanin var at byggja ein bygning norðan fyri verandi heim, har kjallarin skuldi brúkast til goymslurúm, køk, fýr- og vaskirúm, soleiðis at meira fekst burtur úr niðastu hædd í verandi bygningi til gagns fyri búfólk og starvsfólk.
Á fyrstu hædd vóru teknað seks búrúm, sum hava ta kravdu støddina: umleið 26 fermetrar hvørt. Okkara tanki var at brúka 4 búrúm til føst pláss og 2 til umlætting, hetta hevði lætt nakað um akutta tørvin á røktarplássum.
Men vit fingu noktandi svar. Grundgevingin var tann, at tá ið kommunurnar ikki vóru við í fíggingini, so var onki grundarlag fyri at byggja, tí vit sluppu ikki at taka lán.
Síðani hevur Kl. kommuna játtað ein stuðul uppá 2,5 mill, og nakrar av hinum kommununum hava eisini verið positivar.
Tí var tað eitt vónbrot at lesa tað, sum Eyðgunn Samuelsen, sum sjálv er í einum stuðulsbólki fyri eldri í Klaksvík, skrivar. Hon sigur, at Kl. Kommuna onga ábyrgd hevur av Vistarheiminum, tí tað er ein sjálvsognarstovnur. Eg veit ikki, hvat Eyðgunn hugsar fyri sær, vit søktu um stuð-ul, og so vítt eg veit, so hevur Kl. Kommuna ábyrgd av øllum borgarunum í kommununi, EISINI TEIM-UM ELDRI OG ÓHJÁLPNU, sum ikki eru á einum almennum stovni.
Eisini Gunnvá við Keldu førir fram, at tað skal gerast ein heildarloysn fyri alt eldraøkið, nær í framtíðini verður hettar veruleiki? Tað, sum vit hava brúk fyri, er ein loysn fyri verandi heim, so tað kann gerast meira liviligt fyri bæði búfólk og røktarfólk. Tað er átrokandi, og má gerast nú.
Hava áðurnevndu verið inni á N. Ellis & Vistarheimi og hugt? Har eru 11 búfólk, og fleiri brúka koyristól. Tað er onki uppihaldsrúm, men ein lítil matarstova sum eis-ini er uppihaldsstova, so tørvurin á plássi er stórur.
Gunnvá sigur, at Vist-ar-heimið er ein perla, tað kann gott vera, men tað er eisini tørvur at halda eina perlu viðlíka, og at økið er ein fragd fyri eygað, sum onnur hava sagt, passar eisini, men tað hjálpir ikki upp á støðuna hjá teimum, sum búgva har, tey hava meira tørv á plássi inni í húsinum enn uttanfyri.
Vistarheimsnevndin hevur nú sent Hans Paula Strøm eina áheitan um at taka hetta mál uppaftur, tí kravið frá teimum, um at kommunurnar skulu vera við í fíggingini, er nú uppfylt og er viðlagt áheitanini.
Vónandi verður hendan umsókn gingin okkum á møti, so vit kunnu fara undir at prosjektera út- og umbyggingina beinanvegin.