Vánaligir páskadagar hjá ÍF

(Frá Rás2) Niels Pauli B. Danielsen iðrar seg um vánaligu úrtøkuna hjá ÍF seinastu fýra dagarnar

Hetta verða ikki páskadagar, sum teir í ÍF fara at minnast við gleði. Skírisdag fór liðið úr kappingini um løgmanssteypið, og í dag tapti liðið rættiliga óvæntað 0-1 ímóti 07 Vestur í landskappingini uppá eitt mál, sum kom í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Niels Pauli B. Danielsen ásannar, at tað hevur ikki gingið eftir vild hesar báðar heimadystirnar, men hann heldur avgjørt, at ÍF hevði málmøguleikarnar til at fáa ein sigur ímóti 07 Vestur í dag.

 

Teir í ÍF fegnast um, at ein uppgáva longu er leygardagin, tá fuglfirðingar spæla á Skála: - Nú mugu vit í arbeiðshandskarnar, slær Niels Pauli B. Danielsen fast, sum ikki sær seg føran at úttala seg um brotssparkið 07 Vestur fekk tillutað.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Niels Paula B. Danielsen á Rás2.