Vánaligt internetsamband á Dímun

Vánaligt internetsamband á Dímun

Internetsambandið til Dímunnar er rættiliga vánaligt, hóast júst hetta samband átti at knýtt oynna nærri umheiminum.

Óla Jákup í Dímun, bóndi á Stóru Dímun, sigur, at herfyri fingu tey sett Internetsamband í telduna har úti. Men tað virkaði illa, og tey hildu tí, at okkurt var galið hjá teimum.

Men seinni er so komið eftir, at tað er sjálvt sambandið út í oynna, sum ikki er nóg gott.

So tað vóna dímunnarfólkini at hjálpt verður upp á nakað skjótt.

Annars sigur Óla Jákup í Dímun, at bæði útvarp og sjónvarp virka væl.


Misjavnt við fugli

Eitt sindur av fugli verður veitt og selt av oynni.

Tað, sum fleygað verður, verður roytt og fryst, áðrenn tað verður avskipað.

Um fuglin sigur Óla Jákup í Dímun, at í ár hevur verið væl av lunda. Hann hevur verið í bakkanum hvønn dag. Og tað metir dímunnarbóndin sum gott tekin.

Onnur ár er tað meira enn so komið fyri, at lundin hevur verið burtur í fleiri dagar, tá hann er farin at finna sær føði.

Tað kundi bent á, heldur Óla Jákup, at føðin er nærri landinum í ár.

Men um annan fugl sigur hann, at hann metir tað vera minni til.

Við lomviganum, í hvussu er tí fuglinum, sum verpur, dugir hann ikki at síggja nakra broyting í mun til tey nógvu seinnu árini.

Verður tað so, at bara tann stovnurin, sum er undir oynni, skal nøra seg aftur, fara at ganga nógv ár, áðrenn hann kemur uppaftur. Hann er ov lítil.

Men kanska tað fer at hjálpa, um fremmandur fuglur flytir til, vónar Óla Jákup í Dímun.

Havhesturin er nógvur, sigur Óla Jákup. Og hann dugir ikki at síggja nakra minking har seinastu árini.

Hóast væl er til av vaksnari ritu, hava pisurnar ikki havt tað so gott seinastu árini.

Ritupisurnar eru júst útkomnar, men dímunnarbóndin er eitt sindur ivasamur um, hvørja lagnu tær fáa.

»Í fjør doyðu allar samlar. Eg sá ikki eina einastu koma á flog.«

Eini 30 - 50 skarvapør hava altíð átt í Dímun, sigur Óla Jákup, men nú sær einki út fyri teimum heldur.

Fyri einum trimum árum síðani var ikki eitt einasta par eftir.

»Og eg eri als ikki í iva um, at tað varð alt skotið«, sigur Óla Jákup í Dímun.

Eini tvey fylgjandi á fyri stuttum var liggjandi góðveður umleið 1. september, tá loyvt er at skjóta skarv.

»Tá vóru ógvuliga nógvir »speedbátar« her rundan um oynna, og tá varð skarvurin í Dímun avoyddur«, sigur bóndin.

Tó er onkur hendinga afturkomin nú.

Av heiðafugli er eisini ógvuliga tunnligt. Eitt einsamalt tjaldurspar eigur uppi á oynni. Og so eini trý skúgvapør.

Tað einasta, nokk er til av, er mýrisnípa. Tær eru aftur fyri rættiliga nógvar.

Óla Jákup í Dímun sigur, at hann hugsar sær, at skúgvurin er ein orsøk til, at so lítið av heiðafulgi er.

Sjálvur hevur hann sæð, skúgvin taka lunda í bakkanum. So heiðafuglinum man hann ivaleyst eisini fara við, heldur Óla Jákup.

Og av tí, at økið er so mikið lítið, er tað helst lætt hjá skúgvinum at halda øðrum fugli burtur.


Bara seyður í oynni

Tað eru eingi neyt í Dímun longur.

Tey hava havt onkra kúgv at mjólka til húsbrúks, men so er ikki longur.

Nú er tað bara seyðinum, tey liva av, sigur bóndin.

Skipanin er 450 áseyðir, og hann røkja teir so tveir mans.

Bóndin letur at, at tað er væl lambað í ár, og veðrið var eisini gott í lembingini, so einki doyði burturav.

Eisini hevur verið hampiligt til gróður, so alt í alt er seyðurin væl fyri, sigur Óla Jákup.

Manningin er lítil. Tveir mans við hundum reka til húsini. Og tá so rættað er, hjálpa øll til, sum eru á oynni.

Fýra eru fylgini, sum verða rikin hvør sær. So er bara at taka ta tíð, tað tekur, at hagreiða.

Um summarið er tað eingin trupuleiki, sigur Óla Jákup. Tá kann tað, um tað gongur væl, bera til at avgreiða alt upp á fýra dagar.

Men um heystið, tá flettast skal og takast upp, tekur tað sjálvandi væl longri tíð.

»Tá er tað kanska meira passandi at taka eitt fylgi um vikuna ella okkurt sovorðið.«

Alt verður flogið bæði av og á oynna. Og tað er ein øgiligur lætti í mun til fyrr.

Tað kann als ikki samanberast. Í dag hevði tað verið óhugsandi at flutt eftir sjónum, sigur Óla Jákup í Dímun.

Í løtuni eru tey bara fýra fólk, sum búgva fast á Dímun.

Børnini eru vaksin og ganga í skúla aðrastaðni.

Men Óla Jákup vónar, at onkur teirra fer at hava áhuga í at taka við, tá hann leggur frá sær.

Og sum er, hava tey ongar ætlanir um at flyta av oynni, sigur Óla Jákup í Dímun, bóndi á Stóru Dímun.