Vónar at fáa Danmark og Ísland í undanbólkin

(Rás2) Hoyr samrøðu við A-landsliðsvenjaran í hondbólti, Sonni Larsen um EM-lutakastið komandi hósdag

Skjótt kunnu nakrir av heimsins bestu hondbóltsspælarum spæla ímóti Føroyum í Høllini á Hálsi. Tað kann verða Mikkel Hansen ella Nikola Karabatic. Ella hvørgin.

 

Um eina viku, hósdagin 12. apríl, er lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Tróndheimi í Trøndelag í Noregi.

 

Føroyar kunnu tá trekkja Danmark, Frakland, Týskland ella Kroatia í sín bólk.

 

32 lond verða býtt í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki.Londini eru styrkismett í fýra bólkar, og eitt lið úr hvørjum styrkisbólki enda í sama bólki.

 

Styrkisbólkarnir eru hesir:

1 - Frakland, Kroatia, Týskland, Danmark, Slovenia, Hvítarussland, Ungarn, Makedonia.


2 - Russland, Kekkia, Pólland, Ísland, Serbia, Montenegro og Bosnia/Hersogovina, Niðurlond ella Portugal.


3 - Lettland, Litava, Sveis, Slovakia, Ukraina, Ísrael, Turkaland

4 - Finnland, Belgia, Estland, Grikkaland, Rumenia, Italia, Kosovo og Føroyar

 

Føroyski A-landsliðsvenjarin, Sonni Larsen letur ongan iva verða um, at hann ynskir sær Danmark og Ísland sum mótstøðulið. Fyri hann og fyri liðið hevði tað verið ein dreymur at spælt ímóti teimum báðum londunum vit hava so nógv bond við.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Sonni Larsen í sendingini SportBoxin á Rás2.