SVIMJING
- Tað er eingin loyna, at Svimjisambandið, Pál Joensen, Jón Bjarnason og onnur við, høvdu sett nøsina upp eftir meira. Men soleiðis kann tað ganga.
Pál Joensen var júst farin úr hylinum, tá Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, hugtungur noyddist at staðfesta í Kringvarpinum, at vágbingurin hevði verið eitt vónbrot í evropameistarakappingini í 1500 metrum.
Pál Joensen kom á málið sum nummar sjey. Bara Vitary Romanovic var aftanfyri. Ikki eitt nøktandi úrslit, tí tað varð væntað nógv meira. Tað staðfestu Terji Nielsen, Rói Joensen og Hanus Højgaard, ítróttarviðmerkjarar, væl og virðiliga í sendingini Studio 2 hjá Kringvarpinum fríggjakvøldið.
- Gull ella silvur. Og helst nýtt føroyskt met, vóru metingarnar hjá teimum trimum.
Men soleiðis skuldi tað als ikki ganga.
Misti tamarhaldið
Á geil seks í einum svimjihyli í Istanbul, ger Pál Joensen seg til reiðar at bjóða heimsinsbestu av í 1500 metrum. Tað er leygardagurin 12. desember. Vágbingurin bíðar bara eftir byrjunarskotinum. Kappingarneytarnir Federico Colbertaldo og Mads Glæsner, sum hann hevur togast við fleiri ferðir áður, standa somuleiðis til reiðar. Nú skal tað verða. So kemur skotið. Dreymurin um evropeiskt gull til Føroyar er avgjørt tilstaðar, nú vágbingurin fer til stroks í rumenska høvuðsstaðnum.
Mads Glæsner bítur av álvara frá sær beinanvegin, men Pál Joensen vil treyðugt lata danan sleppa avstað. Fyrsta triðingin av teininum er vágbingurin í hølinum á Glæsner. Men so brádliga skrædnar millum teir.
Jan Wolfgarfen og Federico Colbertaldo fara nú at berjast við danan, meðan Pál Joensen nærmast hyggur at. Teir svimja leysir av miðbólkinum. Wolfgarfen. Colbertaldo. Glæsner. Og so kunnu hinir kappast um restina.
Pál Joensen kemur á málið við tíðini 14.38.00. Góð seks sekund frá hansara føroyska metið, og 18 sekund eftir Jan Wolfgarfen, sum tryggjar Týsklandi gullið.
Góð kensla
Hvørki Pál Joensen ella Jón Bjarnason kunnu vera nøgdir við úrslitið leygardagin. Tí soleiðis kappast teir. Ongantíð verða nøgdur, men syrg fyri at gera tað betur næstuferð. Líkamikið úrslitið.
Men Jón Hestoy heitir staðiliga á, at vit ikki skulu undirmeta kensluna, vit sita við í løtuni.
- Tað er ein góð kensla, at vit eru ónøgdir við ein føroying, sum fær eitt sjeynda pláss í eini evropameistarakapping. Tað er eitt frálíkt úrslit, um vit ikki høvdu væntað meira, staðfestir Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum.
EM-finalan í 1500 metrum
1 Jan Wolfgarfen Týskland 14.20.44
2 Federico Colbertaldo Italia 14.25.68
3 Mads Glæsner Danmark 14.26.74
4 Sebastian Rouault Frakland 14.30.58
5 Marcos Rivera Miranda Spania 14.32.56
6 Christian Kubusch Týskland 14.37.28
7 Pál Joensen Føroyar 14.38.00
8 Vitary Romanovic Russland 14.41.05