Vónbrotnir av Al Gore

Tað vóru ikki bert føroyskir journalistar, men eisini útlendskir, sum kendu seg vónbrotnar av Al Gore. Einasti miðil, sum fekk orðið á Gore, var Rás2, og tað var enntá bara ein heilt stutt viðmerking

Eins og tá Bill Clinton vitjaði í Føroyum, var eisini stórur áhugi fyri Al Gore vitjanini frá útlendskum journalistum. Tveir teirra, sum dekka Gore vitjanina og klimaráðstevnuna, eru fronsku Slim Allagui frá Agence France-Presse og Frederic Castel.

Fyrrnevndi hevur skrivstovu í Danmark og tosar skiljandi danskt.

- Tað er fantastiskt, at nakrar so smáar oyggjar úti í Atlantshavi nú tvær ferðir innan átta mánaðir hava verið miðdepilin fyri altjóða politikki. Fyrst høvdu tit Clinton á vitjan, nú hava tit Al Gore. Tað er fantastiskt, at eitt land við bert 48.000 íbúgvum kann draga at sær tvær slíkar heimshendingar, segði Slim Allagui við Rás2.

Hann var eisini í Føroyum, tá Bill Clinton var á vitjan.

- Ja, eg helt, at Clinton virkaði ógvuliga vælupplagdur og avslappaður. Avgjørt ógvuliga fólksligur og fyrikomandi. Tað var eisini serliga stuttligt, at Føroyar í sínari tíð vórðu búsettar av írskum munkum, tí Bill Clinton sjálvur hevur jú írskar røtur, segði Slim Allagui.

Hin journalisturin, Frederic Castel, er í Føroyum fyri aðru ferð.

- Eg var eisini í Føroyum, tá Bill Clinton var á vitjan, og nú dekki eg klimaráðsgtevnuna og Al Gore-vitjanina, segði Frederic Castel.

Tað er ikki bara Gore vitjanin, sum hevur áhuga, men klimabroytingarnar og umhvørvið sum heild.

- Eg haldi, at ráðstevnan um klimabroytingar hava stóran áhuga, ikki bara í Fraklandi, men í síni heild. Arbeiðið, sum Al Gore ger, hevur stóran týdning. Tað er sjálvandi neyðugt, at arbeitt verður á altjóða støði, og Føroyar er jú eitt land, sum líkist ongum øðrum, órørt av dálking, eins og støðan var í Miðeuropa fyri øldum síðani. So vitjanirnar hjá hesum báðum hava avgjørt týdning og senda eini symbolsk boð, tá Al Gore á Europavitjan síni velur Føroyar sum fyrsta vitjunnarlandið, segði Frederic Castel.

 

Lítið fyrikomandi

Teir báðir royndu at fáa orðið á Al Gore, men hann var ikki sinnaður at gera nakað prát við nakran yvirhøvur.

- Tað undraði meg stórliga, serliga tá hugsað verður um, hvussu fryntligur og fyrikomandi Clinton var. Vit tosa jú ikki um hundraðtals journalistar eins og í New York, Washington ella París. So vit væntaðu okkum eina øðrvísi reaktión frá honum. Sum onkur tók til: Tað er væl skiljandi, at hann hevur tapt okkurt valið, tí hann hevur ikki beinleiðis karisma, segði Frederic Castel.

Og Slim Allagui var púra samdur.

- Ja, hann var beinleiðis arrogantur. Tað var ógvuliga skuffandi.Vit vóru bara nakrir heilt fáir journalistar umframt nøkur børn uttan fyri Hotel Føroyar. Hann kundi í minsta lagi havt tikið í hondina á hesum børnunum, tey høvdu sjálvi teknað amerikansk fløgg. Eg eri vísur í, at tað hevði Clinton gjørt, segði Alim Allagui.

Castel helt seg kanska hava ein forkláring um, hví Al Gore var so lítið fyrikomandi.

- Eg starvaðist í USA tá Al Gore var varaforseti, og har eru trygdarkrøvini ógvuliga strong. Tað slepst hvørki framat forseta ella varaforseta. Eg veit ikki, um tað er tann traditiónin, Gore heldur fast um, men viðurskiftini eru altso ikki tey somu her í Føroyum. Tað er í hvussu er stórur mótsetningur millum alt tað góða, vit hoyra hann ger, og so hvussu lítið fyrikomandi hann er, segði Frederic Castel við Rás2.