Vænta at leggja semingsuppskot fyri partarnar í kvøld

Semingsroyndin ímillum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, ganga væl.

Partarnir fóru undir semingsroyndina seinnapartin í gjár undir leiðslu av Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen, semingsmonnum.

Og eftir at hava sitið til samráðingar í eitt gott samdøgur, kann Allan Skaalum staðfesta, at tað gongur so mikið væl, at hann væntar fyri vist, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar í kvøld.

Akkurát nær í kvøld tað verður, fær hann kortini onki sagt um.

Men hann sigur, at semingsmenninir hava alla tíðina havt ta fatan, at báðir partar eru farnir undir semingsroyndina við opnum sinni og einum vilja at finna eina semju.

Úrslitið er, at báðir partar hava givið seg so mikið sum tað, at Allan Skaalum væntar, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri teir í kvøld.

So fáa teir eina løtu at umhugsa støðuna, áðrenn teir svara.

Annars var langt ímillum partarnar, tí Maskinmeistarafelagið kravdi lønarhækking, men tað vildi Fìggjarmálaráðið ikki og enntá vildi almenni arbeiðsgevarin, at maskinmeistarar skuldu niður í løn í summum førum.