Vænta eina spennandi seinnu hálvfinalu í steypakappingini

Claus Rasmussen, landsliðsvenjari hjá kvinnum og hondbóltsviðmerkjari væntar eina spennandi seinnu hálvfinalu millum VB og Stjørnuna, har Stjørnan førir við 25-20, aftaná ta fyrru hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum. Tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum í Klaksvík, var støðan javnleikur 20-20. Claus Rasmussen ásannar, at tað sjálvsagt gevur Stjørnuni ein lítlan fyrimun at hava eina fimm máls leiðslu, og givið er, at VB má satsa.

Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein dylur ikki, at talan er helst um týdningarmesta dystin hjá Stjørnuni hetta kappingarárið.

Hoyr prátini Rás2 hevði við Claus Rasmussen og Svein Rógva Nielsen Ljósstein undir greinini.