Væntaði ikki kríggj

Leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, sigur nú, at hann hevði ikki latið sínar menn burturflyta tveir ísraelskar hermenn, um hann visti, at Ísrael fór at svara so ógvusliga aftur.

Tann 12. juli søkti Hizbollah at einari ísraelskari verjustøð sunnan fyri libanska markið. Tríggir ísraelskir hermenn fullu í bardaganum, og Hizbollah tók tveir aðrar við sær norður um markið. Nú sigur Hassan Nasrallah, at álopið hevði ongantíð verið sett í verk, um hann hevði vitað, at Ísrael fór at svara aftur við kríggi.

Hizbollah hevur veitt Ísrael vissu fyri, at teir báðir burturfluttu hermenninir eru á lívi, og sambært Hassan Nasrallah er samband millum partarnar um at lata menninar leysar. Men Hizbollah krevur at fáa nakrar av sínum monnum úr ísraelskum fongslum afturfyri, sigur hann. Sum skilst eru ST og Italia uppi í samráðingunum um fangabýtið, skrivar AP.