Vænta ikki tað stóra

Hóast B36 skal spæla seinna UEFA-Cup dystin móti lettiska Metalurgs hóskvøldið, verður ikki farið úr Føroyum fyrr enn hósdagin.

Tað er ikki nógv, sum bendir á, at B36 væntar sær tað stóra burtur úr seinna UEFA-Cup dystinum móti lettiska Metalurgs. Ikki fyrr enn slakar 12 tímar fyri dystarbyrjan verður farið úr Føroyum til Letlands.

Deildar meiningar
B36-hópurin savnast tó kvøldið fyri, ólavsøkuaftan, og tá verður farið vestur í Vágar, har gist verður undan fráferðini til Letlands. Hetta skal ikki verða fallið í góða jørð hjá summum av spælarunum hjá B36, men liðskiparin, John Petersen, sigur tó, at menn góðtaka støðuna. - Tað er serliga hjá familjumonnunum, at tað kemur illa við at fara vestur í Vágar ólavsøkuaftan, tí konur og unnustur kanska høvdu ætlað sær ein túr í býin, meðan menninir vóru heima hjá børnunum, sigur hann.
Spurdur um tað ikki er at geva skarvin yvir, tá ið farið verður til Letlands so stutt undan dystinum, svarar John Petersen, at tað eru tað deildar meiningar um. - Summi halda, at tað er at geva skarvin yvir, meðan onnur halda, at tað er gott, tí at man so sleppur undan matinum og hitanum har yviri, sigur B36-liðskiparin, sum sjálvur ikki hevur nakað ímóti at ferðast í tríggjar tímar stutt áðrenn dyst, tí tað er man eisini vanur við her heima, heldur hann.. John ásannar tó, at teir halda seg ikki hava serliga góðar møguleikar fyri at spæla seg víðari í Europeisku kappingini, og at dysturin tískil mest verður nýttur sum upptakt til seinnu hálvu av landskappingini.
Einaferð áður hevur eitt føroyskt lið ferðast á sama hátt sum B36 ger í ár, t.v.s. við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, og tað var HB, sum fór til útidyst í Tromsø. Tað hepnaðist minni væl, tí eftir drúgvu ferðingina, noyddist HB at leggja rygg til ein lemjandi 0-10 ósigur, sum er størsti ósigurin hjá nøkrum føroyskum felag í altjóða fótbólti higartil. Spurningurin er so, hvussu tað fer at ganga hjá B36 ólavsøkudag í Letlandi.
Fyrri dysturin millum B36 og Metalurgs á Tórsvølli fyrr í mánaðinum endaði við einum 3-1 sigri til lettarnar, eftir at lettiska liðið var á odda 2-0 longu aftaná fimm minuttir.