Ein dystur hevur verið spældur í Premier League í kvøld. Dysturin var á St. James Park í Newcastle, har Newcastle tók ímóti einum av oddaliðunum úr Manchester City.
Manchester City var undan dystinum greiður favorittur, har felagið í løtuni roynir at tryggja sær pláss millum tey fýra bestu, soleiðis at felagið er tryggjað europeiska luttøku í komandi árið. Verri er vorðið við Newcastle, sum undan dystinum lá trý stig undir niðurflytingarstrikuni.
Newcastle fekk tó eina vón aftur farna leygardag, tá felagið vann á Swansea. Newcastle megnaði eisini at byggja á góða sigurin frá leygardegnum, tí dysturin millum Newcastle og Manchester City í kvøld endaði við 1-1 javnleiki.
Gestirnir úr Manchester City komu á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki við máli frá Sergio Aguero, sum tó luktaði langan vegin av offside.
Tá gott og væl ein hálvur tími varð leiktur, eydnaðist tað tó Newcastle at svara aftur. Við einum fínum skoti við vinstra beininum, eydnaðist tað Vumon Anita at javna fyri Newcastle.
Í seinna hálvleiki bylgjaði dysturin nógv aftur og fram, har Manchester City fyrsta partin av seinna hálvleiki, hevði teir vandamiklaru møguleikarnir. Ímóti endanum av dystinum var tað tó Newcastle, sum hevði teir størru møguleikarnar.
Samanumtikið var 1-1 ein rættvís mynd av dystinum. Úrslitið gevur spenning í bæði botnstríðið, og eisini stríðið um tað seinasta europeiska plássi.
Í annaðkvøld verða fleiri aðrir dystir leiktir í Premier League.
Newcastle – Manchester City 1-1
0-1 Sergio Aguero, 14.
1-1 Vumon Anita, 31.