Vápnað fiskiveiðieftirlit

Russisku myndugleikarnir hava nú gjørt av, at landsins fiskiveiðieftirlitsmenn kunnu hava vápn uppi á sær, tá teir fara umborð á fremmand skip at kanna veiði og reiðskap. Tað stendur í einum boðum, sum Dmitrij Medvedev, forsætisráðharri, júst hevur staðfest.

Sambært Barents Observer kunnu eftirlitsmenninir hava eitt nú maskinbyrsu, riflu og táragass uppi á sær á eftirlitsferðunum, men einki verður sagt um, nær eftirlitsmenninir kunnu brúka vápnini.

Tá norska sjóverjan tók ein russiskan trolara við Svalbard seinasta heyst, tí hann hevði koyrt fisk í havið, skeyt russiski politikarin Vladimir Zhirinovsky upp at koyra vápn umborð á teir russisku trolararnar, so teir kundu verja seg ímóti teirri norsku sjóverjuni.

Í summar skeyt eitt russiskt sjóverjuskip eftir einum kinesiskum fiskiskipi, sum fiskaði ólógliga í Japanska Havinum.