Fyrrapartin varð vápnað rán framt í eini ursølu á Laugavegi í Reykjavík.
Tríggir menn, sum allir bóru skammbyrsu, fóru inn í handilin og tømdu hillarnar fyri kostnaðarmikil ur.
Sambært blaðnum Vísir vóru allir menninir útlendingar. Teir eru ikki tiknir enn, men bilurin, teir koyrdu í, er funnin.