»Vørðukórinn« konsert í Kommunuskúlahøllini mikukvøldið

.

Mentanarligt samband millum Føroyar og Ísland hevur verið frá landnámstíð, og hetta samband hevur sett sær spor bæði í íslendskari frásøgusøgn og í føroyska kvæðaheiminum.

Umframt at føroyingar í meira enn øld við fiskiskapi hava havt meiri samband við Ísland enn nakað annað land, hava sínámillum vitjanir í okkara tíð verið alt meira vanligar bæði á ítróttaliga og eisini á tónleikaliga økinum.

Havnarkórið var um páskamundið á ógloymandi konsertferð í Íslandi og hevði m.a. konsert í teirri tignarligu kirkjuni í Skálholti, sum frá elstu kristnari tíð var bispasæti íslendinga. Frálík var móttøkan og blíðskapurin óførur Nógvir vóru áhoyrararnir m.a. av serligum áhuga, tí kór úr júst hesari sýslu hevði ætlanir um at koma hendanvegin at vitja.

Tað er »Vørðukórinn«, sum hevur hoyrt gott um føroysku kórstevnurnar, og sum tí hevði hug at leggja leiðina til Føroya í sambandi við stevnuna í ár, ið verður í Fuglafirði nú í komandi vikuskifti. Kórleiðarin Margrét Bóasdóttir er systkinabarn Jón Stefánsson, sum føroyskir kórsangarar kenna væl frá fleiri av undanfarnu kórstevnum, og hon hevur eisini musikalskt samstarv við Garðar Cortes, sum verður høvuðsleiðari á Kórstevnu 1998.

Men kórið verður eisini at hoyra í Havn. Mikukvøldið hevur »Vørðukórinn« konsert í Kommunuskúlahøllini. Á skránni eru íslendsk tjóðløg í kór-setningi eftir gitnar íslendskar tónlistamenn sum Róbert A. Ottósson, Hallgrim Helgason, Hafliða Hallgrímsson og Jón Leifs. Eisini syngur kórið løg eftir tónaskøld sum Jón Ásgeirsson, Gunnar Reyni Sveinsson, Pál Ísólfsson og aðrar ? flestu av hesum kórsangum við teksti eftir Halldór Kiljan Laxness, sum andaðist í hesum ári. Eisini verður europeiskur kórtónleikur at hoyra, ungarsk løg eftir Béla Bartok og zigeunaljóð eftir Johannes Brahms.

Pianisturin Jörn Sondermann hevur klaverfylgispælið.

Konsertin í Kommunuskúlanum mikukvøldið byrjar kl. 19.30, og atgongumerki kostar 40 kr.